Dreymaskot tryggjaði Póllandi eina stigið

Pólland og Russland deildu stigini í tøttum dysti í kvøld. Alan Dzagoev legði Russland á odda í fyrra hálvleiki, áðrenn Jakub Blaszczkowski við einum dreymaskoti tryggjaði Póllandi ein javnleik.

 

Pólland gjørdi tvær broytingar í uppstillingini í mun til fyrsta dystin. Wojciech Szczesny hevði leikbann og tí stóð Przemyslaw Tyton í mál, meðan Dariusz Dudka var á miðvøllinum fyri Maciej Rybus. Russar stillaðu upp við sama liðnum, sum vann 4-1 á Kekkia.

 

Russland kom á odda stutt fyri hálvleik, tá Alan Dzagoev stútaði eitt fríspark frá Andrei Arshavin í málið. Fyrri hálvleikur var annars javnur og væl spældur. Pólland hevði eina ferð bóltin í russiska málinum, men dømt varð fyri rangstøðu.

 

Góðar tíggju minuttir inn í seinna hálvleik javnaði polski liðskiparin, Jakub Blaszczykowski. Hann rak inn frá høgru og smekkaði bóltin í handara síðunet. Eitt frálíkt mál.

 

Talan var um ein tættan dyst við góðum spæli til tíðir, meðan tað sást at orkan hevði hug at ganga undan móti dystarenda. Russland er oddalið í bólkinum, meðan Pólland hevur tvey stig á triðja plássi aftanfyri Grikkaland.

 

Pólland – Russland 1-1 (0-1)

0-1 Alan Dzagoev, 37

1-1 Jakub Blaszczykowski, 57

 

Støðan í bólki A:

 

1. Russland 2 (5 - 2) 4

2. Kekkia 2 (3 – 5) 3

3. Pólland 2 (2 – 2) 2

4. Grikkaland 2 (2 – 3) 1

 

Pólland: Tyton - Piszczek, Wasilewski, Perquis, Boenisch – Dudka(Mierzejewski 74.min), Polanski (Matuszczyk 85.min)- Blaszczykowski, Murawski, Obraniak(Brozek 90+3.min).– Lewandowski.

 

Á bonkinum: Sandomierski, Wojtkowiak, Kaminski, Rybus, Wawrzyniak, Sobiech, , Wolski, Grosicki,

 

Russland: Malafeev - Aniukov, Berezutsky, Ignashevich, Zhirkov - Shirokov, Denisov, Zyryanov - Dzagoev, Kerzhakov(Pavlyuchenko 70.min), Arshavin.

 

Á bonkinum: Akinfeev, Sharonov, Izmailov, Kombarov, Kokorin, Granat, Pogrebnyak, Nababkin, Glushakov, Semshov, Shunin.