Hetta er hugtakandi søga um gøtubørn í Bukarest, og um hvønn týdning vinalag og samanhald hava. Hon snýr seg um Sandalu, sum er fimtan og býr í kloakkskipanini undir jørð í Bukarest. Hon biddar á tokstøðini um dagin og leitar alla tíðina eftir onkrum at sniffa fyri at sleppa burtur úr líðing og longsli sínum. Men so hittir hon hjálparfólkið Martin, og saman gerast tey greið yvir, at dreymar veruliga eru allastaðni. Lydia Didriksen týddi úr týskum. Bókadeildin gevur út.