Dreymar um toskaævintýr í Grønlandi

Nýtt toskaævintýr

Grønland: Grønlendskir granskarar droyma í hesum døgum heitar dreymar um eitt nýtt toskaævintýr í Grønlandi. Orsøkin til bjartskygni er, at granskarar hava staðfest, at havið rundan um Grønland verður heitari. Mett verður, at heitari sjógvur kann fara at geva grønlendingum tað, sum teir leingi hava bíðað eftir, nevniliga eitt nýtt toskaævintýr.
Granskararnir siga, at havið rundan um Grønland er vorðið 2-3 stig heitari seinastu árini. Sjógvurin er við øðrum orðum líka so heitur, sum hann var í 1960-árunum, sum vóru gullárini fyri toskafiskiskapi í Grønlandi. Men eftir nøkur ógvuliga góð ár, rýmdi toskurin aftur.
Ymiskar meiningar eru um orsøkina til, at toskurin rýmdi, men ein verður hildin at vera, at havstreymarnir broyttust og harvið eisini hitin í sjónum.
Sagt verður, at um toskurin er á veg aftur í grønlendskan sjógv, kemur tað helst at taka eini 5-10 ár, áðrenn stórar nøgdir av toski aftur kunnu fiskast undir Grønlandi.