Fyrsta hálvan tíman av dystinum millum KÍ og GÍ í gjárkvøldið bendi einki á, at KÍ skuldi fara at tapa – og so als ikki við fleiri málum.
Heimaliðið hevði munin fyrsta partin av dystinum, men GÍ hótti við onkrum mótálopum. Tá ið KÍ ikki gjørdi sær dælt av sínum møguleikum, koppaði dysturin til fyrimun fyri GÍ, og at enda vann GÍ greiðan sigur.
GÍ kom á odda eftir 25 minuttir, og tað var vorðið sum mál. GÍ hevði fríspark einar 25 metrar úr málinum, Gunnar Nielsen trillaði bóltin til Áslak Petersen, sum drønaði bóltin upp undir nettakið uttan nakran møguleika hjá Meinhardt Joensen at bjarga.
Málið tóktist taka nakað av luftini úr heimaliðnum, og eina løtu fyri hálvleik økti GÍ upp í 2-0. Hesaferð hevði KÍ-málmaðurin sín lut í málinum. Hann misti bóltin, og so endaði støðan við, at Sverri Jacobsen sendi flatt í málið til 2-0.
GÍ avgjørdi dystin
KÍ royndi at venda gongdini í seinna hálvleiki. Teir fluttu meira fólk fram á vøllin, men í eina góða løtu var tað GÍ, sum var vandamiklari. Meinhardt Joensen mátti bjarga meira enn einaferð, áðrenn Sverri Jacobsen aftur skoraði. Sverri sneiddi eitt innlegg úr høgru síðu í málið, og so var GÍ á odda 3-0.
Eftir hetta raknaði heimaliðið við, og teir tóku yvir. KÍ trýsti meira sannførandi, og teir fóru eisini at skapa málkjansir. Tvær ferðir stútaðu leysir KÍ’arar heilt inni við málið, men framvið.
Góðar 10 minuttir fyri tíð eydnaðist at skora, og tað var við máli frá Christian Lundberg, sum annars hevði gjørt lítið um seg. Heðin á Lakjuni sendi innfyri, Paul Clapson stútaði upp á tvørs, og so kundi Lundberg senda bóltin seinasta petti inn um málstrikuna.
Stríð um Intertoto
KÍ royndi framhaldandi at skapa kjansir, men tað eydnaðist ikki at skora meira enn tað eina málið, og so var tað ístaðin GÍ, sum setti punktum fyri dystinum.
Innskifti Martin Olsen, sum er yngri beiggin hjá Súna Olsen, fekk 10 minuttir á vøllinum, og teir brúkti hann til at stúta bóltin í málið til 4-1.
Sigurin hjá GÍ og javnleikurin hjá B36 hava alt í einum við sær, at GÍ er komið upp í stríðið um bronsuplássið. B36 hevur í løtuni munin við 44 stigum. KÍ hevur 42 og GÍ 41. Tað, sum KÍ og GÍ helst leggja líka nógv í, er, at tað fremra liðið av teimum sleppur við í europeiskan fótbólt næsta kappingarár.
KÍ spælir seinasta dystin ímóti oddaliðnum EB/Streymi á Eiði, meðan GÍ og B36 spæla í Gøtu.