Jónas Tór næs og Christian Lamhauge Holst vóru báðir á vøllinum, tá toppdystur var á skránni í donsku 1. deild. Tað gjørdist tó Holst, sum dróg longra stráðið, tá hann eftir 17 minuttum skoraði einasta málið í dystinum. Talan var um framúr vakurt mál, tá hálvi føroyingurin av brotsteigarhorninum kíndi bóltin upp í málhornið.
Lyngby hevur við sigrinum lagt seg á odda í næstbestu donsku deildini, meðan Frem nú er á øðrum plássi.