Kotið ella frakkin hjá Rakel Helmsdal er seymaður úr endurnýttum troyggjum. Lisa Marie Correia úr Colorado í USA seymar kotini og verða tey gjørd serliga til hvønn einstakan kunda.
- Hetta er ein praktfullur frakki. Havi ynskt mær hann sera leingi og havi ivast nógv, tí hann er so dýrur. Havi ongantíð keypt so dýrt plagg fyrr (uttan føroysk klæðir), sigur Rakel um sítt klædnakeyp.
Hon fann frakkan, tá hon leitaði á netinum. Enlightened Platypus, sum fyritøkan eitur, selur síni pløgg á Etsy.com har nógv vakurt handarbeiði verður selt.
- Tað er eitt so fantastiskt netverk við so ótrúliga nógvum dugnaligum fólkum. Etsy er ein verulig kapping til mótahandlar, sum hava 100 plagg av hvørjum, sigur Rakel.
Heldur tú at frakkin hjá tær kann verða íblástur til føroyingar at byrja at gera okkurt meira av gomlum troyggjum?
- Sjálvandi burdu vit í Føroyum seymað burutur úr gomlum troyggjum, og fólk gera tað longu. Dania Danielsen hevði í nógv ár skeið í kreativeri seyming, har fólk seymaðu burturúr júst gomlum troyggjum og øðrum.
Um áhugi er fyri at keypa eitt líknandi kot, sum tað hjá Rakel, ella bara fyri at fáa íblástur, ber til at vitja hesa heimasíðuna Etsy.com.
***
"I believe every woman needs at least one piece of clothing that can lift her spirit just by putting it on."