100 ár vóru 15. januar liðin, síðani William Heinesen varð borin í heim.
Og nógvar hava fyrireikingarnar verið og sigast má, at dagurin varð hildin, sum tað sømir seg. Kveikjarin, høvundurin og myndlistamaðurin varð leygardagin heiðraur við minnisvarða, bókum og sjónleiki og tónleiki og framsýning um lív og avrik.
Kvøldseta
Longu fríggjadagin var kvøldseta í Kommunuskúlaskálanum, har 3 bøkur vórðu lagdar fram. Forlagið Fannir gav út bókina William ummælir fagrar listir. Føroya Skúlabókagrunnur gav út Stjørnuskaldið undir Varða og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út Veingjaða Myrkrið, sum Edward Fuglø myndprýddi.
Á kvøldsetuni kvóðu børn brot úr Sjúrðarkvæðnum. William myndprýddi í fimtiárunum skálan við myndevnum úr Sjúrðakvæðnum. Fyri tónleiki og sangi stóðu Havnarkórið, Edvard Nyholm Debess og Teitur Lassen. M.a. Kom yrkingin ?Hoyrdu tit havsins andalag? fyri 3 ferðir. Teitur og Edvard framførdu eina spennandi framførslu, har tónabúnin var nútímans. Havnarkórið sang yrkingina við lag eftir Vagn Holboe og við lag eftir H.J. Højgaard.
Bøkurnar, ið komu alment út á samkomuni, vórðu lagdar fram og brot lisin úr teimum.
Minnisvarði
Leygardagin avdúkaði abbadóttir William, Elisa Heinesen, ein minnisvarða, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt.
Listafelag Føroya hevur gingið á odda við at lata minnisvarðan yvir William gera og formaður felagsins, Helgi Fossadal, fegnaðist. Hann takkaði eisini fyri stuðul og segði, at sum heild hevði ikki verið trupult at fáa til vega pening, so verkið gjørdist veruleiki.
Býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen helt eisini røðu og fegnaðist um minnisvarðan. Skaldið Heðin M. Klein helt eisini røðu.
Síðani varð farið í Listaskálan, har Havnar Hornorkestur framførdi Norsku Løvu eftir William Heinesen.
Framsýning
Klokkan 16 lat framsýningin Heima á foldum upp. Ein framsýning, ið Kgl. Bókasavnið og Landsbókasavnið hava fyrireikað. Gunnar Hoydal hevur verið ein høvuðsmaðurin vegna Landsbókasavnið. Signar á Brúnni helt røðu og setti framsýningina. Kristina Hansen las yrkingina Heima á foldum og Nicolaos Kapnas spældi bratchvariatiónir hjá Williami Heinesen yvir gamalt føroyskt sálmalag.
Á kvøldið var frumsýningin av leikinum Móðir Sjeystjørna, sum Egi Dam hevur flutt á pall eftir bókini hjá Williami Heinesen.
Stórur áhugi var fyri heiðranini av skaldinum og Útvarpið sendi beinleiðis frá tiltøkunum. Sjónvarpið hevði samandrátt sunnukvøldið.
Dreymagentan
Eftir stendur skaldskapurin framvegis. Afurat er komin ein minnisvarði yvir fjølbroytta listamannin William Heinesen. Ein minnisvarði, ið fólk tykjast á einum máli um, ímyndar hug og verk Williams. Hans Pauli hevur funnið gentuna í klippi eftir Willam. Á steininum, ið gentan stendur á, er skuggamynd av Willaim og av spælimanninum, iðflest øll kenna frá myndum Williams.
Kanska er hetta ein dreymagenta, ið Wiliam klipti aftur og aftur. Eisini kann tað vera ein av teimum, ið hann skrivar um!
Jú nógvar vóru metingarnar. Bæði frá listarmanni og áskoðarum.
Har hon stendur, dreymagentan, ber til at skoða niðan á húsini hjá Lisu og William Heinesen, har smáttan hjá Williami eisini stendur. Tárnið á heimsins enda, har hann sat og skrivaði alheims skaldskap.
Eisini kann skoðast yvir Havnina, har William vaks upp, fekk íblástur og har søgurnar og søgupersónarnir liva.