Dreymaferðir

Í hesum døgum sigur Niels Uni Dam okkum 10 ferðamál, ið hann hevur hug at vitja. Hann sigur, at hetta verður eitt gott bland av støðum, ið hann hevur vitjað og vil vitjað aftur, støðum, ið hann ongantíð hevur vitjað, men kundi hugsa sær at vitja. Í dag frætta vit um ferðamál nr. 7 og 6.


Dreymaferð nr. 7, Ný Sæland
 
Eg var í Ný Sælandi fyri nøkrum árum síðan, hetta var ein ótrúliga spennandi ferð. Tíanverri var eg einans 3 vikur har. Men upplivdi millum annað at halda jól í bakandi sól.
Tað var tó avmarkað, hvussu nógv eg upplivdi, tó so, umframt at búgva í høvuðsstaðnum Auckland, so koyrdu vit heilt norður ígjøgnum norðaru oynna, har vit vitjaðu eitt himmalskt stað, ið kallaðist Te Ngare Bay. Hetta var ein ótrúlig uppliving. Vakra náttúran var bergtakandi.
Av stuttligaru upplivingunum var stóra ferðamálið í KawaKawa, serliga WC, ið eysturríkski listamaðurin Friedensreich Hundertwasser hevði sniðgivið. Tað var forkunnugt at pissa í eitt listarverk.
Eisini var Pia Beach svarta strondin, ið onkuntíð húsar pingvinum ein stór náttúru uppliving.
Vit vóru á norðaru oynni alla ferðina, og ta eydnaðist mær ikki at sleppa á syðru oynna, ið tey flestu ivaleyst kenna sum karm um Lord of The Rings filmarnar. Eg havi frætt frá øðrum, at náttúran á hesi oynni er enn meira ótrúlig enn á norðaru oynni. So dreymurin er, at fara aftur til Ný Sæland at vitja í nakrar mánaðir og ferðast kring alt landið.


Dreymaferð nr. 6, Barcelona
 
Eg var í Barcelona í 1991, hetta var partur av interrail ferð míni, ið eg var á saman við vinmanni mínum Emil Hermansen. Vit ferðaðust kring Evropa í ein mánað, og fóru har sum hugurin og tokini tóku okkum. Vit endaðu á einum stórum kampingplássi beint við Barcelona. Strondin við plássi var fantastisk, og havið var heitt. Maturin, ið vit keyptu á matstovuni var ómetaliga góður, sera væl kryddaðir nýslaktaðir høsnarungar vóru á okkara matskrá hvønn dag.
Barcelona var ein sera bergtakandi býur, við nógvum flottum bygningum og uttandura list. Serliga stórsligið var at vitja Katedralin <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;La Sagrada Familia.&quot;$?$end$!$La Sagrada Familia.</st1:PersonName$?$end$!$ tí ongantíð áður havi eg kent meg so lítlan í ævinleikanum. Kirkjan, ið heimskendi arkitekturin Antoni Gaudi brúkti 40 ár av sínum lívið til, harav alla sína tíð seinastu 15 árini fyri deyða sín, er eitt stórt meistaraverk, hvørs grundarsteinur varð lagdur í 1882, men sum als ikki er liðugt enn. Tá tú vitjar kirkjuna eru partar lidnir og síggja gamlir út, meðan aðrir partar av kirkjuni blíva bygdir beint nú. Tú veitst, at tú kanska ikki livir at síggja kirkjuna lidna.&nbsp; Hetta er ein stór uppliving. <BR>Eg vil sera fegin vitja Barcelona aftur, og ikki minst vitja <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;La Sagrada Familia&quot;$?$end$!$La Sagrada Familia</st1:PersonName$?$end$!$ aftur.<BR>


10 Dreymaferðir
 
Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður á Sosialinum. Honum dámar væl at ferðast. Hann hevur ferðast rættiliga fitt í lívi sínum, mest kring Evropa men eisini meira fjarskotin støð sum