Dreymabyrjan hjá Lukaku

Nýggi áleyparin hjá Manchester United og liðfelagarnir fingu í dag eina dreymabyrjan uppá nýggja kappingarárið í Premier League

Manchester United, sum í summar hevur styrkt seg nógv, fekk í dag eina frálíka byrjan uppá nýggja kappingarárið í Premier League. Í fyrsta dystinum vann Manchester United sannførandi 4-0 sigur á heimavølli móti West Ham, sum ikki var eitt mál ov lítið.

 

Serliga dýra innkeypið í álopinum hjá Manchester United, Romelu Lukaku, var eyðsýndur. Hann skoraði ikki færri enn tvey mál, umframt at hann var við í fleiri øðrum góðum støðum. Sostatt hevur Romelu Lukaku fingið dreymabyrjan uppá tilveruna í Manchester United, tí týskvøldið kom hann eisini á máltalvuna í Super Cup dystinum hjá Manchester United móti Real Madrid.

 

Seinastu málini í dystinum skutu Anthony Martial og Paul Pogba stutt fyri leiklok.

 

Samanborið við í fjør, tá spælið hjá Manchester United í fleiri dystum ikki var serliga sannførandi, var tað sama als ikki galdandi í dag. Frá byrjan av sat Manchester United tungt á dystinum, har spælið gekk skjótt fyri seg. Tí gevur dysturin í dag greið tekin um, at Manchester United er vorðið væl sterkari til hetta kappingarárið í mun til seinasta kappingarár.

 

 

Manchester United – West Ham 4-0 (1-0)

1-0 Romelu Lukaku, 33.

2-0 Romelu Lukaku, 52. 

3-0 Anthony Martial, 87.

4-0 Paul Pogba, 90.