Dreymaútgáva frá The Dreams

The Dreams hava seinastu árini fingið ein sera trúgvan fjepparaskara niðri, sum fylgir bólkinum allastaðni. Hesir settu sanniliga eisini sín dám á útgávukonsertina hjá føroysku dreingjunum í Keypmannahavn í gjár

Í gjár kom triðja fløgan hjá The Dreams, Revolt, í føroysku og donsku handlarnar. Føroysku dreingirnir høvdu tí bjóðað til útgávukonsert í TP Musik á Frederiksberg í Keypmannahavn.
Droymandi ungir fjepparar fyltu stóran part av risastóra plátuhandlinum. Í hesum sambandi skal havast í huga, at tá vit tosa um The Dreams, so tosa vit um veruliga fjepparamentan.
Ungdómar, sum av fullum huga fylgja sínum hetjum kring landið. Ungdómar, sum ganga í hettutroyggjum og blusum við áskriftum sum »Sakin«, »The Dreams« og »En del af det fortabte slæng«. Ungdómar, sum identifisera seg við føroysku dreingirnar, mála eyguni og andlitið og siga sakin, tí tað gera The Dreams.
Eitt gott dømi um hetta vóru nakrir ungdómir úr Jyllandi, sum vóru í plátuhandlinum í Keypmannahavn í gjár. Teir høvdu skulkað frá skúlanum í morgun, soleiðis at teir náddu at vera partur av útgávukonsertini hjá stóru hetjum sínum. Ungu fólkini úr Jyllandi eru einki eindømi í so máta.

Hóskandi broytingar
Hesir ungdómar eru prógv um, at The Dreams gjørdu púra rætt, tá teir í síni tíð valdu at geva eina fløgu út á donskum. Nógvir bólkar spældu emo-kendan punk tá, men eingin gjørdi tað á donskum.
Fyribils hava Hans Edward, Eirikur, Corfitz og Heini tó sagt mange tak fyri seinastu ferð á hesum sinni. Nú syngja teir á enskum, men trúgvu fjeppararnir hava sanniliga ikki svikið teir kortini. Tað var útgávukonsertin í gjár besta dømið um, har minst 100 fólk, hóast kulda og kava, høvdu valt at leggja leiðina framvið í plátuhandlinum á Roskildevej í Frederiksberg, sum ikki liggur serliga væl fyri í mun til sentrum.
Við ensku orðunum og heldur øðrvísi tónum, ljóða ungu føroysku dreingirnir meira vaksnir. Eitt tilvitað val, hevur Hans Edward áður sagt við Sosialin.
– Tað, sum vit hava gjørt higartil, hevur hóskað væl til okkum tá. Henda fløgan, vit nú geva út, er meira optimistisk enn tann seinasta. Meira vaksin, hevur Hans Edward áður sagt.
Hetta hevur forsangarin í bólkinum eisini rætt í. Ikki einans eru dreingirnir vorðnir nøkur ár eldri, teir hava eisini ment seg tónlistarliga, umframt at teir við ensku tekstunum ljóða meira alvorligir.

Góða móttøku
Bólkurin vónar, at teir við hesum broytingum eisini fara at røkka einum eldri aldursbólki. Uttan mun til hvussu hesar royndir fara at eydnast, so hevur bólkurin fastatøkur á einum ávísum bólki av donskum tannáringum.
Hesir vóru ikki í iva um, at bæði nýggja fløgan og útgávukonsertin vóru fantastisk. Men eisini danskir fjølmiðlar hava tikið væl í móti Revolt. Stóra danska tónleikablaðið Gaffa hevur givið fløguni fýra av seks møguligum stjørnum.
Í stutta ummælinum verða løgini Under the Sun og sjey minuttir langa Insomnia Suite nevnd sum tvey av heilt sterku løgunum, áðrenn ummælarin endar við at siga, at fløgan »... overstiger samtlige de forventninger, man med rimelighed kunne stille til The Dreams«
Áðrenn ummælarin kemur so langt, hevur hann millum annað sagt, at The Dreams »... folder vingerne ud og sætter kurs mod internationale farvande«.

Hita upp fyri Tokyo Hotel
The Dreams eru í samband við fløguútgávuna farnir á konsertferð kring landið. Henda byrjaði hóskvøldið og eftir at hava spælt aftur um vikuskiftið og í gjár, er ein lítil steðgur til næsta vikuskifti.
Síðani fær bólkurin eina heldur óvanliga og spennandi uppgávu, tá teir skulu hita upp fyri heimskenda týska tónleikabólkin Tokyo Hotel, sum spælir í Forum í Keypmannahavn 1. mars.

--