Eru vit í ferð við at drepa hønuna, ið verpir gulleggini, so at vit eingi gullegg fáa meiri? Tað er spurningurin, sum verður reistur í beinleiðis kjaki á Rás2 klokkan 16 í dag. Og teir, sum fara at kjakast um evnið, eru Herálvur Joensen, skrivari í Reiðarafelagnum, Steffan í Skorini, skrivari í Havbúnaðarfelagnum og Jacob Vestergaard, landstýrismaður í Fiskivinnumálum. Í upplegginum til kjakið vísir Óli Breckmann, sum stílar fyri kjakinum, til Búskaparráðið, sum spyr, hvussu nógv avlop, føroyskar tilfeingisvinnur, eitt nú alivinna, fiskivinna og kanska ein komandi oljuvinna, skulu geva sínum eigarum, reiðarum ella starvsfólki, og hvussu stóran part av hesum avkasti eigur hitt almenna at taka inn til at reka almenna geiran fyri. Eitt annað evni í uppritinum hjá Ráðnum er, hvat er tað rætta talið á fiskiskipum í føroyskum sjóøki til at fáa best úrslit roknskaparliga burtur úr tí fiskameingi, sum fæst við Føroyar við burðardyggum fiskiskapi?
- Í hesum spurningi liggur eisini hetta: Hvussu fáa vit sum mest burturúr, so at ikki bara skip, eigarar, manningar og fiskavirki, men eisini almennu Føroyar, fáa sum mest burtur úr bestu gagnnýtslu av fiskastovnunum.
Búskaparráðið mælir til at skerja fiskiflotan, sum roynir eftir botnfiski, úr teimum 70-80 fiskiskipum, vit hava nú, niður í 1/3, ella eini 25 skip. Harav kunnu vera 5-8 línuskip og 12-16 trolarar alt eftir støðuni hjá fiskastovnunum. Hendan skerjingin merkir, at talið á fiskimonnum fer at minka úr umleið 1000, sum tað eru nú, niður í einar 300 – 400.
Búskaparráðið mælir eisini til, at løgting og landsstýri fara at taka eina búskaparrentu, frá fiskiskipum, fyrst flakatrolarum og uppsjóvarskipum og síðan øðrum skipum, tá tey fáa avlop á raksturin. Búskaparráðið mælir til at føroyska alivinnan átti at givið landskassanum 120 milliónir kónur í tilfeingisrentu í ár, tað er tríggjar ferðir so nógv sum tær 40 mió krónurnar ið nú eru álagdar alivinnuni. Eisini hevur Ráðið roknað seg fram til, at uppsjóvarvinnan og flakatrolararnir kundu klárað at goldið landskassanum einar 5-600 milliónir krónur um árið við verandi fiskiskapi, fiskaprísum og rakstrarkostnaði. Tað er eisini einar tríggjar ferðir so nógv, sum løgtingið nú áleggur hesum fiskiskipum.
So kunnu vit spyrja um føroyska fiskivinnan tolir slíkar risa útreiðslur oman á tað, ið skipini kosta í rakstri o.ø. útreiðslum? - Hvussu nógv klárar alivinnan at rinda niður í landskassan til politikarar at ”keypa atkvøður” fyri. Og hvat, um ein alikreppa rakar aftur sum so ofta fyrr? - Ella við øðrum orðum: Hvussu nógv kunnu búskaparfrøðingar og politikarar kroysta hønuna, ið verpur gulleggini, áðrenn hon doyr, so vit eingi gullegg fáa longur? - Ella...hvussu nógv kunnu politikarar roka upp á tað vinnuliga klyvjarossið, áðrenn tað brýtur ryggin undir byrðini? - Ella...hvussu nógv grót kunnu vit fylla niður í henda føroyska bátin, áðrenn tann síðsti steinurin fær hann at søkka undir lastini?
- Men so mugu vit eisini venda steikini og spyrja, um meinigi føroyingurin orkar at síggja nakrar av landsins vinnuvirkjum og vinnulívsmonnum forvinna ovurstórar upphæddir upp úr sjónum, uttan at verða brandskattaðar, spyr Óli Breckmann í upplegginum til kjakið í kvøld.
|