Myndugleikarnir í Kina hava givið løgregluni boð um at avlíva húsdjórini hjá fólki, sum eru vorðin smittað við lungnasjúkuni SARS.
Heilsumyndugleikarnir bera ótta fyri, at húsdjórini kunnu bera smittuna og smitta onnur, og tí hava teir givið boð um at taka og avlíva húsdjórini. Í Beijing hava løgreglumenn seinastu dagarnar verið og leitað eftir húsdjórum hjá fólki, sum eru skrásett sum SARS-smittað. Eingin veit, um djór kunnu bera SARS-smittuna, men kinesararnir halda, at tað er betur at vera fyrivarin.
Samstundis sum kinesisku myndugleikarnir hava hert átakið ímóti sjúkuni, er fráboðað, at fleiri fólk afturat í Kina, Hongkong og Taiwan eru deyð av SARS.