Seyðaárið var at enda komið óðinsdagin, og á hesum mikkjalmessudegi, og dagarnar eftir, vórðu og verða nógvir føroyskir veðrar flettir. Serliga í Suðuroynni, har veðrahald er eitt serligt fyribrigdi. Sambært søgufrøðiligum metingum, er á leið samsvar millum veðra- og fólkatal í summum bygdum harsuðuri. Spenninginum og hýrinum hesar dagar, hevur verið greitt frá í fjølmiðlunum á hvørjum ári, og nógvar eru frásagnirnar um vekt á prúðum krovum, ið sambært flettingarmonnum »lítið og onki« hava fingið aftur av hoyggi og grasi, meðan tey enn gingu, og ikki hingu.
Øll tykjast kortini vita, at talan í summum førum er um ovurtyngd dýr, ið eru gødd so tað darrar eftirí. Bygdafólkið situr jú við gluggar og gongur millum hús og fylgir við, tá heilir plattar av kraftfóðuri í skýmingini okkurt summarkvøldið verða bornir inn í hoyggjhús, kjallarar og á neystaloft. Eitt fyribrigdi, ið summa staðni verður hildið at vera tekin um yvirflóð í landinum. Serliga tí, at summir seyðir, oftast tvæveturveðrar, væl kunnu eta nøkur hundrað pund í gøðingartíðini.
Sníkja seg at geva
Sambært grein hjá Magnusi Magnussen, søgufrøðingi, í vísindablaðnum Frøði, er óivað rætt, at summir menn í Suðuroynni í roynd og veru sníkja seg út á traðirnar at geva veðrunum hetta kraftfóður, tá farið er at kvølda. Veruliga orsøkin til, at farið verður á traðirnar í niðu, og soleiðis givið afturat í loyndum, tykist vera greið; menn vilja ikki vera við, hvussu nógv hevur verið givið afturat, tá krovið verður vigað um mikkjalsmessutíð. Almenna orsøkin sigst sambært greinini hjá søgufrøðinginum vera, at tá farið er út um 20. august, fer at myrkja fyrr á kvøldi, og hetta ger, at veðrarnir leggjast fyrr á ból. Tískil eta teir færri tímar um samdøgrið, og til tess at viga upp ímóti hesum minkandi áti, verður kraftfóður nýtt .
Alt hetta stríðið, og allar hesar kraftfóðurkrónurnar hava, umframt sjálva flettingina, ið er týdningarmikil partur av
stríðnum, tað endamál, at skerpikjøt skal spyrjast burtur úr um februar/mars, er kjøtterrin góður.
Skerpikjøtið: ein trúarspurningur
Myndin av sjálvari flettingini er romantisk, og tað av góðum grundum. Talan er um eina sera spennandi tíð, har mansevni og treystleiki eru fremstir lutir, verður hildið mangar staðir. Men verður hugsað um skerpikjøt, ber næstan til at siga, at talan er um ein trúarspurning. Í gomlum døgum var t.d. eitt, ið nevnt var skerpibiti. Tað var biti av turrum kjøti, ið varð givið barninum at jagla, tá ið tað hevði fingið fyrstu tonnina. Jú, føroyingar trúðu og trúgva upp á skerpikjøt. Um tað er feitt ella soltið, er líka feitt.
1. sanna dømið:
- Et nú skerpikjøt, góði; tað fer beina leið út í armarnar! (vaksin við barn, ið er við at mettast)
2. sanna dømið:
- Vælsignaður, fá tær ein bita av tí feita eisini. Tú doyrt í raki. (vaksin við pirruskotnan ungling, ið dámar betur stoktan høsnarunga).
3. sanna dømið
- Tað er skerpikjøtið, ið eigur sigurin! (eldri rópandi róðrarkempa við sigrandi kappróðrarmanning, ið hevði turt tjógv við í bátinum).
4. sanna dømið:
- Hjálp, hjálp, eg doyggi. Gev mær skerpikjøt. Gev mær skerpikjøøøøø...(gamal maður á deyðastrá við tey avvarðandi).
Skerið feittið burtur
Tey, ið mæla ímóti tí góðvarnu uppfatanini, mong hava av feitum føroyskum seyðakjøti, tykast ikki bera ótta fyri at verða løgd undir at fremja halgibrot. Helst tí teirra útsagnir eru grundfestar í holla fakliga vitan.
Undir viðtalu við hyldligan mann við ovurhøgum blóðtrýsti, er ein føroyskur lækni endurgivin fyri at koma við einum sera beinraknum boðskapi til ørkymlaða sjúklingin:
- Drep veðrarnar og et grasið sjálvur..!
Heðin Thomsen, yvirlækni á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum, er ikki eins bersøgin og endurgivni starvsfelagin, men hann veit kortini at siga, at føroyskur seyður hevur verið skýrdur størsta skaðadýr í Føroyum, ið einans átti at verið havdur fyri ullina.
- Sjálvandi eigur tað ikki nærum at vera forboðið at eta seyðakjøt. Men hinvegin noyðast vit at staðfesta, at feitt frá súgdjórum elvir til æðrakálking. Og vit ráðgeva hareftir.
- Haldið tykkum burtur frá feitti. Skerið tey feitu pettini á veðrakrovinum burtur og etið tað soltnara kjøtið, ljóða ráðini frá Heðini.
Fiskur er bestur
Sambært Heðini Thomsen er tað ein royndur lutur, at fólkini, ið verða rakt av æðrakálking, ið kann verða elvd av vánaligum matvanum, eru menn um miðjan aldur og eldri. Kortini leggur yvirlæknin dent á, at føroyskir heilsumyndugleikar onga hagtalsmynd hava av trupulleikanum.
- Kortini kunnu vit siga, at tað óteljandi ferðir er fráboðað í bókum og bløðum, at umfatandi æðrakálking kann vera elvd av feitum mati. Tí áttu fólk, ið hava áhuga í góðari heilsu, og tískil vita, at feitt er ósunt, at ansa sær. Fiskur og seyður eru fullkomuligir mótsetningar, tá talan er um heilsu. Tí átti meiri fiskur at verðið etin ístaðin, eins og grønmeti og frukt eiga at vera fastir tættir á matarborðinum, mælir Heðin Thomsen til, og leggur afturat, at vánalig heilsa eisini, og kanska serliga, hevur sín uppruna í, at føroyingar røra seg ov lítið og roykja ov illa.
Eftirlagaðu boðini frá tí bersøgna og ónevnda læknanum kundu tískil verið: Drepið veðrarnar, sløkkið sigarettina og farið á
flot!