Drekkivatnið dálkaði Sopa drykkirnar

- Hetta hendir ikki aftur, framyvir taka vit ongan kjans, sigur stjórin í MBM.

Í síðstu viku boðaði Heilsufrøðiliga starvsstovan frá, at MBM hevði staðfest bakteriur í eini sending av Sopa drykkjum. Tískil vórðu fólk heitt um at tveita drykkirnar burtur ella lata tær aftur til handilin, har tey høvdu keypt teir.


Les eisini: Bakteriur funnar í Sopa


Tórshavnar kommuna hevði fyrr í summar trupulleika við, at drekkivatnið var dálkað ymsastaðni í kommununi. Sambært Hákun Steingrímsson, stjóra í MBM, so var tað eisini dálkaða drekkivatnið í Hoyvíkshaga, ið var upprunin til bakteriurnar í Sopa drykkjunum.


- Alt bendir á, at dálkingin stavar frá dálkaða vatninum í Hoyvíkshaganum. Tað eru somu bakteriur, ið vórðu staðfestar í drekkivatninum, ið vórðu staðfestar í Sopa drykkjunum.


- Tað sum hendi var, at tá maskinan varð vaskað eftir framleiðslu, so varð tað gjørt við tí dálkaða vatninum. Bakterian hevur síðani lagt seg í eitt rør, so tá framleiðslan byrjaði aftur, so varð vøran dálkað.


Tá bakteriurnar vórðu staðfestar í vøruni, varð maskinan tikið sundur og vøran afturkallað.


- Tá okkara kanningar vístu, at vøran var dálkað, so tóku vit alla maskinuna sundur og vaskaðu hana av nýggjum. Vøran varð eisini afturkallað beinanvegin, men tá vóru 70 fløskur longu seldar.


- Talan er um somu bakteriur, ið vórðu staðfestar í drekkivatninum, so fólk fáa ikki meira skaða av hesum enn um tey drukku drekkivatnið.


Tilburðurin í síðstu viku hava tó ført við sær, at mannagongdirnar framyvir verða broyttar.


- Hetta hendir ikki aftur, framyvir taka vit ongan kjans. Vit hava endurskoðað okkara mannagongdir og vit viðurkenna, at vøran ikki átti at fara út so tíðliga. Um vatnið hjá kommununi verður dálkað aftur, so bíða vit til allar kanningarnar eru lidnar, áðrenn vøran verður send út í handlarnar. Harumframt verða mannagongdirnar fyri vaskingini av maskinum eisini broytt, soleiðis at maskinurnar ikki verða vaskaðar við dálkaðum vatni.