Dálking
Næst síðsta fríggjadag staðfestu tey á kanningarstovuni hjá Faroe Seafood í Havn, at e.coli bakteriur og enterokokkar eru í vatninum, sum fiskavirkið fær úr vatngoymslunum hjá Tórshavnar Kommunu.
Bæði sløgini av bakterium stava frá skarni frá seyði, fugli ella menniskjum.
- Vit hava ein laborant á okkara kanningarstovu og gera javnan okkara egnu kanningar. Vit hava tosað við Tórshavnar Kommunu um trupulleikan, men halda ikki, at kommunan hevur gjørt nóg mikið til tess, at loysa málið.
Tað sigur Guðrið Andórsdóttir, sum er góðskustýringsleiðari hjá Faroe Seafood.
Meira klor
Hon vísir á, at fiskavirkir vanliga tilseta klor til vatnið, sum eina eykatrygd, men tá ið bakteriur eru staðfestar í vatninum, sum slett ikki hoyra heima har, noyðast virkini at brúka meira klor.
- Tað er einki behagiligt, tá ið klorroykur er í framleiðsluhøllini, tí vatnið ikki er fongt við bakterium.
Guðrið sigur, at ótryggleiki ræður, tá dygdin á vatninum ikki er í lagi, men enn hava tey ikki staðfest bakteriur í virkaðu vørunum.
- Støðan er als ikki haldgóð. Kanningarnar eru tíðarkrevjandi, og tær skapa okkum nógv eyka stríð og ótta, leggur hon aftrat.
Góðskustýringsleiðarin vísir á, at umframt at tey regluliga kanna vatnið sjálvi, sendir Faroe Seafood eisini royndir til kanningarstovuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og til kanningarstovu í Danmark.
Báðar dálkaðar
- Vit fingu vatn úr vatngoymsluni í Villingardali fram til næst síðsta fríggjadag. Síðan skiftu vit til vatn úr Havnadali, men har var skilið uppaftur verri, staðfestir Guðrið Andórsdóttir.
Hon fýlist á, at Tórshavnar Kommuna enn ikki hevur loyst henda trupulleika, so sleppast kann undan dálkaðum vatni.
- Sum eg havi skilt, hevur kommunan ikki reinsað rørini, sum vatnið kemur ígjøgnum, í samfull 19 ár, hóast hetta fleiri ferðir hevur verið upp á tal, tá trupulleikar hava verið.
Í fjør heyst vóru trupulleikar við vatninum úr goymslum í Havn.
- Vit hava ongar trupulleikar havt síðan tá, men nú næst seinasta fríggjadag var aftur galið, tá kanningar hjá okkum vístu nevndu bakteriur.
Frustrerandi støða
- Hetta er ein ógvuliga frustrerandi støða hjá okkum sum matvøruframleiðara, leggur góðskustýringsleiðarin dent á.
Hon heldur, at Tórshavnar Kommuna avgjørt átti at lagt størri dent á vatnið, sum kommunan veitir sínum borgarum og virkjum.
- Tað skuldi verið ein sjálvsøgd vissa, at vatnið er í lagi.
Guðrið Andórsdóttir vísir á, at hóast drekkivatnsøkið í størst møguligan mun skal verjast sambært kunngerð um umhvørvisreglur, hava tey hoyrt søgur um, at børn sigla á vatninum við flakum og onkur svimur.
- Um hetta er so, vita vit ikki, men er tað rætt, er hetta heilt burtur við, sigur hon.
Hon vísir á, at fólk sjálvandi ikki gera slíkt av illvilja, men hon heldur, at Tórshavnar Kommuna í minsta lagi týðiliga kundi gjørt vart við, at talan er um drekkivatn og tí ikki skal brúkast til slíkt.
- Tað minsta, vit mugu kunnu krevja, at skil er í tingunum, sum Guðrið Andórsdóttir tekur til.