Klaksvíkar kommuna varð í gjár gjørd varug við, at talið av bakterium í drekkivatninum er farið upp um loyvda markvirðið. Hetta skrivar heimasíðan, klaksvik.fo
Staðfest er, at talið av bakterium í drekkivatninum er farið upp um loyvda markvirðið. Hetta var staðfest í vatnroyndum, sum Kósavirkið hevði tikið.
Eisini er staðfest, at talan er um vatn frá vatnverkinum við Ánagjógv. Kommunan heitir tí á borgarar um at kóka drekkivatnið.
Vatnroyndir vóru aftur tiknar í gjárakvøldið kl. 19, og verður svar uppá royndina tøkt í dag eftir klokkan 14.
Nú boðar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu frá, at nú er eisini galið við drekkivatninum í Vestmanna.
- Bakteriur eru funnar í seinastu vatnroynd, og tí verða íbúgvararnir í Vestmanna bidnir um at kóka drekkivatnið, til onnur boð verða givin.
Sagt verður somuleiðis frá, at vatnveitingin verður klorreinsað frá í kvøld kl. 19. Klorroykur kann tí kennast at vatninum, skrivar vestmanna.fo.