Kaffi og kettur. Hetta er eitt fyribrigdi í Japan, og nú sær út til, at kettucaféir vera í London.
Eitt vælumtókt japanskt café konsept, har kundarnir kunnu drekka te ella kaffi saman við alskins kettum, sær út til at blíva veruleiki í bretska høvuðsstaðnum.
Í øllum førum verður í hesum døgum ein roynd gjørd at stovna eina kettucafé, har fólk kunnu lata peningagávur. Higartil hevur undirtøkan verið góð, skrivar blaðið Independant á heimasíðuni.
Pengarnir streyma inn, og tey vitjandi hava tikið væl ímóti Lady Dinahs Cat Emporium, ið er heitið á nýggja staðnum. Heili 15 kettur ganga runt millum gestirnar inni á caféini.
Lauren Pears, sum er stigtakari til ta heldur annarleiðis caféina, ivast ikki í, at staðið fer at fáa alsamt fleiri vitjandi.
- Eg haldi, at bretar skulu bara venja seg til hetta. Fleiri búgva í lítlum íbúðum, og arbeiðslívið ger tað nærum ógjørligt fyri tey at hava kelidjór. Tað snýr seg ikki einans um at spæla við ketturnar. Tað er øll upplivingin. At koma inn frá kuldanum, seta seg í ein bleytan stól, ein heitan kopp av te, eina bók og eina kettu, sigur bjartskygdi stigtakarin.
Í Tokyo eru umleið 40 neko-caféir ella kettu-caféir.
Tann fyrsta av hesum slagi lat upp í 1998, og á teimum flestu skalt tú gjalda eina ávísa upphædd fyri at sleppa inn.Síðani betalir tú somuleiðis eina ávísa upphædd hvønn tíma, tú ert á caféini. Kaffi og te skalt tú eisini gjalda fyri.