Drekin vant burtur úr hinum

5-mannafør gentur: Fípan Fagra var greitt næstfremst, og so var stór kapping um triðja plássið

Tað var øgiliga sannførandi sigur, sum Drekin hjá Havnar Róðrarfelag vann í kappingini millum 5-mannafør við gentum.

Báturin hjá Havnar Róðrarfelag var meiri enn seks sekund undan næsta bátinum og tað vil siga meiri enn tvær bátslongdir.

Fípan Fagra úr Klaksvík var klárt nummar tvey. Tað vóru næstan trý sekund aftur til Firvald, sum var í stórari kapping við Ingibjørg og Rókin um triðja plássið.

 

1 Drekin               05.39.39

2 Fípan Fagra     05.45.40

3 Firvaldur          05.48.33

4 Ingibjørg          05.49.18

5 Rókurin             05.49.29

6 Jallurin              05.52.03

7 Frúgvin             05.52.36

8 Teistin

9 Falkur

10 Spógvin

11 Blikur

12 Ternan

13 Sílið