Drekin Reyði setti alt upp á pláss

Fyri klaksvíkingar var tað vónbrot, at argjamenn vundu burturúr teimum á norðoyastevnu

Argjamenn vunnu ársins fyrsta FM kappróður á norðoyastevnu. Drekin Reyði var FM vinnari í fjør, men ivaleyst smakkaði sigurin í dag teimum uppaftur betri.

Talan var um sera tætta kapping. Havnarbáturin og spildurnýggi Klaksvíkingur vóru væl við fyrra partin av róðrinum, tá ið Klaksvíkingur eina løtu var fremstur. Men so spískaði Drekin Reyði seg av álvara. Stútt og støðugt fór hann frá avbjóðarunum, og tá ið tað restaðu 300 metrar, var hann eina heila bátslongd fremstur.

Í endaspurtinum vunnu bæði Klaksvíkingur og Havnarbáturin seg eitt sindur inn á Drekan Reyða, men tað munaði einki fyri at tað skuldi verða spennandi.

Úrslitið og gongdin í dag kundu boða frá, at tað fer at verða heilt spennandi.

Undan norðoyastevnu varð nógv gjørt burturúr, at teir í Klaksvíkar Róðrarfelag hava fingið nýtt 10-mannafar til vega. Í dag eydnaðist tað ikki at vinna. Einki er at ivast í, at klaksvíkingar fara at leggja nógv fyri næstu ferð, og í Havnar Róðrarfelag fingu tey í dag staðfest, at tað ber Havnarbátinum til at vera við í kappingini um fremsta plássið.

Ormurin Langi var eisini so mikið væl við, at hann má roknast at hava møguleika at vera við í kappingini um heiðursmerkjaplássini.

1Drekin Reyði04:09.23  
2Klaksvíkingur04:12.15  
3Havnarbáturin04:14.17  
4Ormurin Langi (RK)04:16.11  
5Nólsoyingurin04:19.12

 

 

 

mynd: Anfinnur Thorsteinsson