Drekin Reyði FM vinnari við fullum stigatali

Klaksvíkingur bjóðaði orduliga av, men argjamenn vóru hálvan skut fremstir í framúr finalu

Tað var rimmar finala upp á 2014 kappróðrarárið, tá ið tíggju 10-mannafør komu skúmandi frá Argjahøvda og framvið Molanum og inn ímóti málinum.

Drekin Reyði, sum vann fyrstu seks FM kappingarnar, var fremstur allan teinin, og hann var fyrstur á mál. Harvið tryggjaði Argja Róðrarfelag sær fyrsta FM heitið í kappingini millum 10-mannaførini við fullum stigatali.

Onkra løtu var munurin tað mesta av einari bátslongd aftur til Vestmenning og Klaksvíking, sum vóru í tættari kapping um næstfremsta plássið. Síðsta partin av stutta teininum vístu veteranarnir úr Klaksvík seg at hava nógva orku. Tað styttist støðugt fram til Drekan Reyða, men tað gekk akkurát ikki hjá Klaksvíkingi at taka FM vinnaran.

Argjamenn vóru ovurfegnir um, at tað eydnaðist teimum at vinna FM heitið við fullum stigatali, og klaksvíkingar sóu vónbrotnir út, tá ið teir hingu niður á árarnar. Ein fantastiska flottur endaspurtur á hesum kappróðrarárinum.

Vestmenningur vann bronsumerkini á ólavsøku, og eisini Havnarbáturin var undan Eysturoyingi, sum vann bronsu í FM kappingini.

 

 

 

1Drekin Reyði04:03.21  
2Klaksvíkingur04:04.05  
3Vestmenningur04:08.13  
4Havnarbáturin04:13.13  
5Eysturoyingur04:15.10  
6Ormurin Langi (RK)04:22.02  
7Hoyvíkingur04:36.00