Tað gongur strúkandi hjá havnardreingjum umborð á Drekanum. Eftir at 5-mannaførini við dreingjum høvdu bíðað og hitað upp og bíðað leingi, so var eingin ivi, tá ið startskotið varð latið av.
Drekin leyp avstað. Knørradreingir umborð á Jallinum, vágdreingir umborð á Royndini Fríðu og klaksvíksdreingir umborð á Fípuni Føgru royndu at halda aftaná. Fyrstu løtuna var munurin ikki so stórur, men tá ið málið var hálvrógvið munaðu tøkini hjá Dreka dreingjunum meiri, og so var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða.
Drekin var eina bátslongd frammanfyri Fípuna Føgru, sum var eina hálva bátslongd undan Royndini Fríðu, ið bara var eitt evarska lítið vet frammanfyri Jallin.
Úrslitið í dag ber við sær, at Drekin hevur beina kós ímóti FM heitinum. Nú tað resta tveir róðrar, er Drekin seks stig frammanfyri Royndina Fríðu. Harvið skal tað ganga verri enn illa hjá Dreka dreingjunum, um teir ikki skulu vinna FM, og ikki minst avrikið í dag vísti, at teir hava meistaraheitið so søtliga uppiborið.
1 Drekin 05:21.16
2 Fípan Fagra 05:24.07
3 Royndin Fríða 05:26.09
4 Jallurin 05:26.17
5 Silja 05:35.15
6 Ternan 05:40.01
7 Blikur 05:41.10
Støðan
1 Drekin 34
2 Royndin Fríða 28
3 Jallurin 24
4 Fípan Fagra 23
5 Blikur 14
6 Ternan 10
7 Silja 3
8 Sílið 3
9 Frúgvin 1