Tað sum eingin annar av nógvu góðu manningunum og meistarunum hjá Havnar Róðrarfelag megnaðu, tað syrgdu genturnar umborð á Drekanum fyri. Hóast tær flestu teirra ikki hava serligar royndir sum kapprógvarar, so stóðu tær royndina, tá ið trýstið var størst.
Gentukappingin var tann mest intensiva. Umframt Drekan høvdu Sílið, og Blikur, sum lá best fyri, møguleikan at vinna FM, og stiga marginalirnir vóru smáir.
Blikur var ongantíð á odda hesa ferð, men hann lá eina løtu best fyri í FM kappingini, tí í startinum og tann fyrra partin av málinum hevði hann bara Sílið frammanfyri seg. Men so fór at ganga hjá Drekanum. Framvið Molanum róðu tær ógvuliga sannførandi, og bæði Drekin og Blikur tóku Sílið. Síðstu tvey hundrað metrarnar var talan um uppvísningsróður av teimum umborð á Drekanum, sum á málinum var gott og væl leysur av Bliki, ið vann tøttu kappingina um næstfremsta plássið við Sílið.
? Vit fingu einki serligan start. Men vit megnaðu at hanga í, og vit høvdu góðar vónir, tá ið vit komu á Molan. Framvið honum hava vit vant og aftur vant, og tað gekk sera væl á hesum teininum, søgdu tær á Drekanum, tá ið ólavsøkusigurin og harvið eisini FM heitið vóru komin innanborða.
Í fyrstu kappingunum var tað einki, sum bendi á, at Drekin skuldi verða stóri vinnarin í hesum róðrarárinum. Í Klaksvík vóru tær nummar tvey, á Skálafjørðinum vóru tær nummar fýra, í Kollafirði vóru tær aftur nummar fýra, og á Jóansøku vóru tær nummar trý. Men síðani á Varmakeldu hava tær vunnið allar tríggjar róðrarnar.
? Róðrarárið hevur verið rættuliga umskiftandi hjá okkum. Í fleiri av fyrstu róðrunum vóru vit noyddar at skifta fólk, tí vit vóru nógv skaðaplágaðar. Mitt í kappingarárinum fingu vit nýggjan bát, sum vit skuldu venja okkum við, men síðani alt kom í rættlag hevur gingið upp á stás. Viljin og samanhaldið hava verið framúr, og hetta eru fremstu orsøkirnar til, at tað nú hevur eydnast okkum at vinna FM, sum sjálvandi smakkar serliga væl, nú vit eisini vunnu á Ólavsøku, var viðmerkingin hjá Dreka gentunum, sum undan hesum róðrarárinum vóru rættuliga óroyndar í kappróðri.
Teimum verður ynskt hjartaliga tillukku við sigrunum.
At tað skuldi eydnast hjá Drekanum at vinna FM, hóast tær í fýra teimum fyrstu róðrunum ikki stóðu seg serliga væl, kemst av, at tað vóru fleiri aðrir bátar, sum býttu stigini ímillum sín. Blikur vann í Klaksvík og í Kollafirði, Sílið vann á Skálafjørðinum og á Jóansøku, og Havfrúgvin var nummar tvey í Kollafirði, á Jóansøku og á Vestanstevnu og nummar trý í Klaksvík og á Skálafjørðinum. Á Ólavsøku endurtók Havfrúgvin fjórða plássið frá Vestanstevnuni. Hesa ferð var tað í stórari kapping við Firvald, sum hevur roynt seg fyri fyrstu ferð í ár, og sum megnaði fimta plássið í FM kappingini.










