Hassan er besti vinur Amir. Men hetta verður hvørki viðgingið ella talað um. Tí sjálvandi kunnu teir ikki vera vinir. Hassan er sonur tænarans, ein hazara, ein teirra lágtstandandi í Afganistan. Tí er vinalag teirra púra óhugsandi!
Kortini er Hassan besti vinur Amir, og saman vísa teir stóran dugnaskap undir árligu drekakappingini. Amir leggur drekarnar niður, og Hassan rennur eftir teimum og ber teir sigursfróur heim.
Men á drekakappingini veturin 1975 gongur galið. Hassan missir besta vinin, og hann og elskaði faðir hansara mugu flyta úr heiminum hjá pápa Amir, har teir altíð hava búð.
Fá ár seinni hertekur reyði herurin Kabul, kríggið er veruleiki og undir ógvusligum umstøðum rýma pápin og Amir til USA.
Men tað ber til at gera ilt gott aftur.
Hesi orð geva afturljóð í oyrum Amirs, tá hann nógv ár seinni verður boðsendur til Afganistan. Svarta samvitskan, sum hevur plágað hann síðan hin vetrardagin í 1975, køvir allar ávaringar um at halda seg burtur frá talibanstýrda heimlandinum. Hetta er seinasti møguleiki hansara at bøta syndir sínar móti barndómsvininum.
Khaled Hosseini er føddur í Kabul. Í 1980 fingu hann og familjan politiskt friðskjól í USA. Hann bý nú í California, har hann starvast sum lækni.
Ein undurfull bók ... ein av hesum ógloymandi søgunum, sum veruliga festa seg í minnið. Henda framúrskarandi skaldsøgan fevnir um øll tey stóru evnini úr bókmentum og lívinum: kærleika, æru, skuld, angist, fyrigeving.. Hetta er so nemandi, at alt annað, eg las leingi aftaná, tóktist keðiligt.
- Isabel Allende
Har eru síður í Drageløberen, ein ikki fær lisið fyri gleðis- og sorgartárum, og stavirnir kámast burtur sum vegskelti í oysandi regni...
Summir summardagar kennast burturspiltir, men ikki vikan, tá ið Drageløberen varð lisin.
- Johannes Møllehave í Politiken.











