- Summi táraðu, segði ein av dreingjunum, tá hann eitt kvøldið upp undir jól í fyrraárið ovfarin kom heim aftur og greiddi frá, hvussu væl Dreingjakórið undir Brúnni varð móttikið á jólahugna fyri pensiónistum.
Tað er mestsum vorðin fastur táttur upp undir jól bæði í Tilhaldinum og hjá Pensiónistafelagnum í Havn, at Dreingjakórið kemur at syngja. Nakrir jólasangir eru sjálvsagt á skránni, men annars hevur kórið lagt dent á at venja nakrar nýggjar sangir til íslandsferðina í januar mánað, og teir verða eisini sungnir.
Dreingjakórið fer til Íslands eitt vikuskifti miðskeiðis í næsta mánað, og har verða fýra framførslur, tríggjar í Reykjavík og ein í Kópavogi. Í Reykjavík skal Dreingjakórið undir Brúnni hitta eitt barnakór í Langholtskirkju og einasta dreingjakórið í Íslandi, tað í Neskirkju. M.a. verður skipað fyri einum felags tiltaki í Reykjavík leygardagin 17. januar, har øll trý kórini fara at syngja.
Hjá føroyska kórinum verður spennandi at hoyra tey íslendsku, og tað er eitt av endamálunum við ferðini til Reykjavíkar, at dreingirnir skulu hoyra onnur barnakór syngja. Hetta er fyrsta uttanlandsferðin hjá Dreingjakórinum undir Brúnni, og eitt týðandi tiltak í menningini av kórinum, sum hevur sungið í fýra ár.
Vekja áhugan fyri sangi
Fyrsta almenna framførslan var á einari av nýggjárskonsertunum hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum, og upp undir jól er ofta boð eftir Dreingjakórinum undir Brúnni til ymisk tiltøk. Í vár fekk kórið høvið at syngja í eini sjónvarpssending, sum SvF tók upp í teirri vøkru Mariukirkjuni í Havn.
Dreingjakórið er í góðum hondum. Kórleiðarar eru Eli Smith og Brita á Váli Smith, ið bæði hava drúgvar royndir í kóri og sangbólkum. Teimum til hjálpar eru Martha W. Dalsgaard og Meta av Fløtum. Dreingjakórið er eisini fegið um at hava fingið Gunnar Guttesen at spæla klaver, og at hann verður við á ferðini til Íslands.
Hugsanin við dreingjakórinum er at vekja áhugan fyri sangi, og tað gongur væl at savna 16-18 dreingir til sangvenjing vetrarmánaðirnar, hóast mangt annað er hjá 6-13 ára gomlum dreingjum at takast við. Nógvir eru upptiknir av ítrótti og tónleiki eftir skúlatíð, og mangan kann vera torført at finna venjingartíðir, sum passa øllum. Men samanumtikið er uppmøtingin góð, serliga nú ein so spennandi ferð er fyri framman. Og tað kemur eisini framførslunum upp undir jól til góðar.