Dreingjakór til Skotlands

Dreingjakórið undir Brúnni fer í apríl mánaði til Aberdeen Undan ferðini verður konsert í Norðurlandahúsinum, og skipað verður fyri køkutombola og eydnu-spæli til frama fyri ferðina

Í skjótt tíggju ár hevur Dreingjakórið gjørt vart við seg til ymisk høvi, serliga um jóltíðir, tá pensiónistafeløg og onnur hava havt gleði av at fáa vitjan av 20 væluppløgdum dreingjum og teirra frálíka sangi.

Kórið hevur eisini verið at sæð og hoyrt í sjónvarpi og útvarpi. Og fyri fýra árum síðani vóru dreingirnir eitt vikuskifti í Reykjavík, har teir sungu. Har høvdu teir eisini høvi at hoyra íslendsk gentu- og dreingjakór og at syngja saman við teimum.

Dreingjakórið ger seg nú til reiðar at fara til Skotlands eitt vikuskifti í apríl mánaði. Við á ferðini verður ein gentubólkur, og nøkur foreldur venja í sínum lagi, tí ætlanin er, at tey skulu manna eitt kór, ið verður partur av skránni til framførslurnar í Aberdeen.