Dreingjadreymurin hjá Michael J Fox

47-ára gamli Michael J Fox fekk í ár ein av villastu dreingjadreymum sínum uppfyltan, tá ið hann slapp at spæla saman við legendariska bólkinum ?The Who?. Konsertin var til frama fyri Parkinsonsjúkuna, sum Michael J Fox eisini sjálvur líður undir, og bert eitt kvøld savnaðu The Who 25 milliónir krónur inn til gransking av sjúkuni.

 

Sjúkan hevur verið sera hørð fyri Michael J Fox og nú er støða hansara vorðin so ring, at hann av og á ikki megnar at nýta andlitsvøddar sínar og at hann noyðist at teska. Sjúkan varð konstaterað í 1991 og síðan tá hevur Michael J Fox skrivað tvær bøkur, luttikið í einari rúgvu av filmum og sjónvarpsrøðum.

 

Hann hevur verið við til at gera eina stuðulsfelagsskap til stamkyknis- og parkinsonsgransking.