Dreingirnir vunnu kappingarnar

Bæði U15- og U17-landsliðini í fótbólti vunnu finaludystirnar, tá Føroyar tóku lut í Aberdeen Football Festival

Fótbóltur

 

Leygardagin spældu føroysku U-landsliðini í Aberdeen finaludystir í altjóða fótbóltskappingini, sum hevur verið har seinastu dystirnar. Hjá dreingjum vóru bæði liðini við í finalunum, og í báðum førum gjørdist talan um føroyskan sigur.

 

Teitur var hetjan

Hjá U15-liðnum var stóra hetjan málverjin, Teitur Gestson Matras. Hann helt fyrst og fremst málið reint, og tað er jú ein týðandi uppgáva hjá einum málverja. Men sum um hetta ikki var nóg mikið, so varð hann eisini matchvinnari hjá føroyska liðnum. Hetta, tá Føroyar tíðligaí seinna hálvleiki fingu brotsspark, og tað setti málverjin trygt í netið.

Finaludysturin varð spældur móti Aberdeen, sum hevur eitt av sterkastu skotsku ungdómsliðunum. Skipanin í skotskum fótbólti er so, at bestu spælararnir innan skúlafótbóltin verða savnaðir á ymsum úrvalsliðum, og teir bestu úr hesum liðum fáa so aftur møguleikan hjá veruligu feløgunum.

 

Bastu Dundee

Hjá U17-liðnum var tað Dundee, sum var mótstøðuliðið. Eins og hjá U15, so var her talan um eitt av sterkastu skotsku liðunum innan ungdómsrøðirnar, men hetta tóktist tó ikki nerva føroysku spælararnar nakað serligt.

Eftir bert fimm minuttum hevði Róaldur Jacobsen skotið Føroyar framum, og tann støðan helt sær nakað væl inn í seinna hálvleik. Tá javnaði Dundee, men Føroyar fullu ikki í fátt, og tíggju minuttir fyri leiklok avgjørdi Heini Vatnsdal dystin.

 

Ikki loyvi til finalu

Eisini hevur U17-liðið hjá kvinnum tikið lut í kappingini. Her stóð tó greitt undan kappingini, at talan ikki skuldi verða um finaludyst, tí føroyska liðið hevði onkrar spælarar, sum ikki luku aldursmarkið í kappingini.

Tað forðaði tó ikki fyri fleiri góðum venjingardystum, og tann seinasat av hesum vunnu okkara gentur eisini. Hetta við ikki minni enn 5-0 sigri á East End. Føroysku málini skutu Kristinbjørg Frederiksberg, Mona Breckmann, Lisa í Liða, Elin Holm og Ása Klakstein.