Fyrsti kappróðurin á norðoyastevnu var millum dreingir í barnaróðrinum. Ta kappingina vann Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Jallurin var klárt fremstur - eina stóra bátslongd undan tveimum bátum úr Suðuroy, sum vóru ógvuliga tættir í kappingini um næstfremsta plássið
Royndin Fríða úr Vági var akkurát undan Firvaldi av Tvøroyri, og Havfrúgvin úr Vestmanna var mest sum stavn um stavn við Firvald.
1.Jallurin 02.55.17
2. Royndin Fríða 02.59.11
3. Firvaldur 02.59.18
4. Havfrúgvin 02.59.21
5. Tekla 03.00.05
6. Títtlingur 03.00.17
7. Sílið 03.04.00
8. Silja 03.14.11
9. Ørnin 03.15.06
10. Falkur 03.17.08
11. Ternan 03.21.07
12. Drekin 03.25.16