Dreingirnir fingu gott úrslit

Tað gekst væl hjá føroysku dreingjunum, sum vóru við í rógvikapping í Brabrand um vikuskiftið. Teir megnaðu at rógva seg í finaluna, har mótstøðan tó gjørdist ov hørð

KAPPRÓÐUR

 

Teir fimm dreingirnar úr Róðrarfelagnum Knørri, sum um vikuskiftið tóku lut í rógvikapping í danska býnum Brabrand, høvdu hampiliga góðar vónir um at fáa eitt gott úrslit undan teirra róðri leygardagin. Beint áðrenn teir fóru í bátin, høvdu genturnar nevniliga vunnið gull, og tí var ikki óhugsandi, at dreingirnir eisini fóru at fáa eitt gott úrslit.

Tað var tó greitt undan róðrinum, at kappingin fór at gerast nakað harðari enn væntað. Av tí at kappingin um danmarksmeistaraheitið var avlýst, tí at veðrið ikki var av tí besta, so høvdu fleiri av donsku eliturógvarunum, sum vanliga rógva í útriggarum, valt at royna seg í fýra mans innriggarum. Tí vóru vónirnar helst ikki so stórar, at føroysku dreingirnir fóru at enda fremst, men vónirnar vóru tó hóast alt góðar undan róðrinum.

Heili 12 bátsmanningar høvdu boðað frá luttøku í kappingini. Tí skuldu føroyingarnir fyrst rógva eitt innleiðandi umfar, áðrenn farið var undir finaluna. Her megnaði føroyski báturin at enda á einum flottum øðrum plássi, og tí blivu teir klárir til finaluna.

 

Mótstøðan bleiv ov hørð

Finaluróðurin bleiv tó ikki lættur hjá føroysku dreingjunum. Sjálvt um teir hildu, at tað gekk betri at rógva í finaluni enn í hálvfinaluni, so var mótstøðan snøgt sagt ov stór. Av teimum fimm bátsmanningunum, sum teir kappaðust ímóti, vóru fýra av bátunum mannaðir av eliturógvarum. Hesir skuldu eftir ætlan rógva við útriggarum, men av tí at DM-kappingin bleiv avlýst, so valdu teir heldur at royna seg í kappingini, sum var á skránni henda dagin, nevniliga tí hjá innriggarunum.

Tað vóru eisini manningarnar við eliturógvarunum, sum settu seg á henda róðurin. Tær fýra manningarnar lógu fremst allan vegin í finaluróðrinum, meðan føroysku dreingirnir kappaðust um fimta plássið við ein annan bát.

Føroysku dreingirnir megnaðu at halda seg framman fyri hina manningina allan vegin, og tí fingu teir eitt flott fimta pláss burtur úr kappingini, og hetta vóru teir sera væl nøgdir við, um hugsa verður um stóru mótstøðuna.

Vinnandi báturin í hesum róðrinum var mannaður av tveimum fyrrverandi olympiskum meistarum og tveimum, sum júst hava vunnið heimsmeistaraheitið, so eingin ivi er um, at kappingin var hørð hjá føroysku dreingjunum. Leggjast kann afturat, at róðursmaðurin á vinnandi bátinum var eingin onnur enn Katrin Olsen.

 

Høvdu møguliga vunnið DM

Um DM-kappingin ikki hevði blivið avlýst, og allir rógvararnir høvdu róð í teimum bátaflokkum, sum teir áttu, so er als ikki óhugsandi, at føroysku dreingirnir høvdu vunnið sína kapping.

Teir megnaðu nevniliga at enda framman fyri allar tær manningarnar, sum áttu at rógva í fýra mans innriggarum, og hetta er sjálvandi eisini ein av stóru grundunum til, at dreingirnir vóru so væl nøgdir.

Um tað hevði blivið til DM-gull, ber sjálvandi ikki til at siga, men hvussu er og ikki, so var úrslitið leygardagin sera flott.