Tveir dreingir hava fingið álvarsliga skaða í einum ferðslóhappi á krossinum Jóannesar Paturssonargøta/Grønlandsvegur um eitttíðina í nátt. Sum skilst koyrdu teir út av Grønlandsveginum, har tað er treytaleys víkiskilda og rendu á ein bil, sum kom koyrandi eftir Jóannesar Paturssonargøtu.
Sambært løgregluni hava teir fingið álvarsliga skaða.
Løgreglan sigur eisini, at tað er ein vaksandi trupulleiki við skutarum, sum verða umbygdir soleiðis, at teir koyra skjótari enn loyvt er.