Dreingir 16: Neistin fór við seinasta gullinum

Dreingirnir hjá Neistanum vunnu við seks málum á VÍF

Dreingir 16: So er seinasta steypið handað á hesum sinni. Tað blivu dreingirnir hjá Neistanum, sum fóru avstað við tí. Teir vunnu 25-19 á VÍF.

 

Liðini fylgdust til 15-15, so fór Neistin frá og legði seg á odda 20-15. Leiðslan helt restina av dystinum. Eftir dystin bleiv Tróndur Mikkelsen hjá Neistanum valdur til dagsins spælara.

 

Sostatt eru ellivu steyp handaði hetta vikuskiftið.

 

Steypafinalan dreingir 16:

Neistin – VÍF 25-19