Dregur út at fáa drekkivatnið í trygga legu

- Av tí, at ein kæra er komin, hevur friðingarmyndugleikin ikki givið kommununi loyvi at gera nýggja inntakið á ynsktu staðseting, sigur Sunda kommuna.

- Drekkivatnið í Hósvík hevur til tíðir á vetri verið óstøðugt seinnu árini. Vatninntakið, sum liggur undir fjallasíðuni undir Nón, hevur í kavaveðri havt avbjóðingar við at veita vatn til vatngoymsluna í Hósvík.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

- Vit hava tí arbeitt við at gera eitt nýtt vatninntak longri niðri í ánni á einum staði, har áin og inntakið náttúrliga kundi savnað vatn til hósvíkingar, eisini í kavaveðri við tí endamáli at tryggja hósvíkingum eina støðuga vatnveiting alt árið.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at nýggja vatninntakið er projekterað, hevur játtan og er klárt at bjóða út, men fyrst skulu neyðug loyvi fáast frá friðingarmyndugleikunum, áðrenn farast kann undir at byggja nýggja inntakið.

 

- Av tí, at ein kæra er komin, hevur friðingarmyndugleikin ikki givið Sunda kommunu loyvi at gera nýggja inntakið á ynsktu staðseting, men hevur víst til, at vit kunnu gera eitt líknandi inntak við verandi vatninntak undir fjallasíðuni. 

 

Nýggja støðan ger, at umstøðurnar, har Sunda kommuna kann gera eitt nýtt vatninntak at tryggja hósvíkingum støðugt drekkivatn, eru munandi øðrvísi enn tann ætlan sum fyriliggur.

 

- Tí skal fyrireikandi arbeiðið og arbeiðið at projektera eitt nýtt vatninntak byrja av nýggjum. 

 

Lagt verður aftrat, at arbeiðið at fyrireika og projekterað nýggja vatninntakið byrjar beinanvegin.

 

- Men, hetta ger samstundis, at kommunan ikki kann bjóða arbeiðið út nú við ársbyrjan sum ætlað, soleiðis at arbeiðið kundi gerast liðugt seinni í summar.

 

Í kommununi vita tey ikki neyvt í løtuni, nær arbeiðið við nýggjum vatninntaki kann bjóðast út, og um arbeiðið kann gerast liðugt, áðrenn veturin og kavin kemur aftur.