Dregur ráðharrar fyri dómstól

ES-nevndin ætlar sær nú at seta fíggjarmálaráðharrarnar upp á pláss. Teir skulu fyri ES-dómstólin, tí teir hava ikki hildið reglurnar um evrusamstarvið.

Tað er einki minni enn ein dystur um valdið, nú ES-nevndin hevur tikið tað óvanliga stigið at krevja fíggjarmálaráðharrarnar í limalondunum fyri ES-dómstólin í Luksenburg.

Orsøkin til avgerðina er ein samtykt, sum fíggjarmálaráðharrarnir gjørdu á einum fundi tann 25. november í fjør. Har feldi meirilutin av ráðharrunum eitt uppskot um at sekta Týskland og Frakland. Ætlanin við uppskotinum var at revsa londini, tí tey hóast fleiri áheitanir hava brotið regluna um, at hallið hjá tí einstaka limalandinum skal ikki fara upp um trý prosent av tess bruttotjóðarframleiðslu.

ES-nevndin sigur, at avgerðin hjá fíggjarmálaráðharrunum var heilt burturvið, og hon krevur nú, at málið ímóti ráðharrunum skal viðgerast sum eitt mál, ið hevur skund. Tað merkir, at tað helst kemur fyri ES-dómstólin um nakrar mánaðir.

Spurningurin er so, hvørjar avleiðingar málið fær, ella um tað yvirhøvur fær nakrar avleiðingar. Tað ljóðar longu, at partar av ES-nevndini eru ímóti at draga málið fyri dómstólin, tí tað fer bara at gera ilt verri.

Serliga Týskland, Frakland og Bretland sigast vera ímóti teirri harðrendu støðuni hjá nevndini, men kortini eydnaðist tað hinum partinum at fáa sítt ígjøgnum. Á odda í hesum bólkinum ganga sjálvur formaðurin í nevndini, Romano Prodi, og spanska umboðið í nevndini, Pedro Solbes.

Eygleiðarar í Bruxelles siga, at kemur dómstólurin til ta niðurstøðu, at fíggjarmálaráðharrarnir fóru út um reglurnar, kann tað í ringasta føri enda við, at Týskland skal rinda einar 80 milliardir krónur í sekt.