The Dreams hava rocka, skrálað og punkað seg upp á føroysku tónatindarnar. Í kvøld hava teir fingið eina planet fyri ómakin The Dreams er ein bólkur, ið altíð hevur megnað at ganga óvæntaðar leiðir. Tá bólkurin í 2005 reis upp úr øskuni av punkbólkinum Zink, var tað við boðunum til Føroya fólk, at Anastacia, hevði valt bólkin at luttaka í hennara sending á MTV.
Komnir heim aftur við einum triðja plássi í lummanum fóru teir í upptøkuhølið og spældu sínar tulkingar av føroyska sangskattinum inn. Ein fløga, ið var óvæntað, men sum gjørdi The Dreams til best umtókta tónleikanavnið í Føroyum.
Fluttir til Danmarkar fóru teir í eitt óvæntað samstarv við gamla hip hopparan Chief 1. Síðan valdu teir at luttaka í Eurovision grand-prix?num, ein luttøkam sum eisini kom óvart á fólk, og so sungu teir á donskum. Men eins og øll hini valini riggaði hetta. Ja, somikið væl, at bólkurin hevur havt trý løg ovast á Boogie-listanum hjá DR, millum annað Backstabber, ið enn liggur har. Eingin annar føroyingur hevur nakrantíð havt so nógv løg á Boogie-listanum.










