Finaludagarnir í flogbólti vórðu skotnir í gongd í høllini á Hálsi í dag, har TB og Dráttur hittust í kvinnufinaluni. Og tað var eitt brak av eini finalu, sum setti tiltakið í gongd.
Fyrsta sett var ógvuliga javnt, men Dráttur var best í avgerandi løtuni og vann tað 25-19. Tær vóru eisini ávegis at leggja seg á odda 2-0 tá ið tær vóru á odda 23-21 í øðrum setti, men við fýra bóltum á rað javnaði TB til 1-1 í settum.
Triðja sett var TB omaná fram til støðuna 13-10, men tá kúgvendist støðan og við stórspæli legði Dráttur seg umvegis 25-20 á odda 2-1 í settum. Fjórða sett átti TB fult og heilt, og við 25-17 javnaðu tær til 2-2 í settum og neyðugt var við 5. og avgerandi setti.
Í avgerandi setti fekk Dráttur bestu byrjanina og kom á odda 4-1. TB tók time-out fyri at bøta um støðuna, og tað eydnaðist teimum eisini at minka munin niður í 10-9 til Drátt, men tá vóru tær úr Drátti kaldari í avgerandi løtuni og vann avgerandi settið 15-11.
Tískil er greitt, at Dráttur er steypavinnari 2015 við 3-2-sigri ímóti TB. Hetta er fyrstu ferð tær vinna steypagull síðani 2007.
Lesið beinleiðis frásøgnina, sum in.fo hevði frá finaluni, niðanfyri:
TB - Dráttur 2-3 (19-25, 25-23, 20-25, 25-17, 11-15)
5. sett:
Dráttur leggur væl fyri og er á odda 4-1 tá ið TB tekur time-out. Tað munaði ikki beinanveg, tí Dráttur helt fram við at vera á odda við 2-3 bóltum til støðuna 10-7, tá ið TB minkaði til 10-9. Men hetta var eisini stórt sæð tað hjá TB, tí Dráttur helt høvdið kalt og vann avgerandi settið 15-11 og harvið steypafinaluna 3-2.
4. sett:
Við framúr servum servar Gudrid TB á odda 4-0 og leiðslan bara vaks. 17-8 var sanførandi leiðslan einu løtuna, og tað var eingin ivi um, at TB átti hetta settið. 25-17 til TB gjørdist tað og við støðuna 2-2 í settum verður tað nú eitt 5. og avgerandi sett, sum skal avgera hvar steypagullið endar.
3. sett:
Aftur hesaferð fekk TB bestu byrjanina og var á odda 3-0, 10-6 og 13-10, men tá fann Dráttur stórspælið fram og kúgvendi støðuni til 21-15 til Drátt. Tær hildu leiðsluni og vunnu settið 25-20, soleiðis at støðan nú er 2-1 í settum til Drátt.
2. sett:
TB legði fyri sum eitt ódnarveður og kom skjótt á odda 4-1, men Dráttur vann seg inn aftur í settið og í hesum settinum var tað ógvuliga aftur og fram. Dráttur var á odda 23-21 og var ávegis at økja til 2-0 í settum, men TB vann seinastu fýra bóltarnar og við 25-23 hava tær nú javnað til 1-1.
1. sett:
Eftir ógvuliga javnt og væl spælt 1. sett er tað Dráttur, sum dregur frá við støðuna 18-18 og vinnur 1. sett 25-19. Gudrid Nolsøe hevur verið eyðsædd hjá TB, meðan Anna Súnadóttir Hansen hevur staðið seg væl hjá Drátti.