Dráttur hitt finaluliðið

Tað verða TB og Dráttur, sum skulu spæla ársins steypafinalu í kvinnuflogbólti. Dráttur vann 3-1 á KÍF í hálvfinaluni.

Tað verða TB og Dráttur, sum skulu spæla ársins steypafinalu í kvinnuflogbólti. Dráttur vann 3-1 á KÍF í hálvfinaluni.

KÍF byrjaði væl í fyrsta setti, men Dráttur tók skjótt yvir og vann greitt 25-18, og hóast tað í øðrum setti var heldur javnari, vann Dráttur enn greiðari, 25-16.

So kom mest spennandi settið í dystinum, har tað serliga miðskeiðis í tí gekk javnt á, og sjálvt um tað seint í settinum stóð 21-21, megnaði KÍF at hava munin og vinna 25-21.

Nú stóð 2-1 til Drátt í settum, og hóast KÍF hevði vunnið seg innaftur í dystin, vildu tær í Drátti tað øðrvísi, tí tær vóru á odda allan vegin, so tær vunnu settið 25-18 og dystin 3-1.

Sostatt verða tað TB og Dráttur, sum spæla steypafinaluna hjá kvinnum í næsta mánaði, og er tað hjá báðum liðum sættu ferð, tey skulu spæla steypafinalu – og aðru ferð, tey møtast í finaluni síðani 2004, tá TB vann 3-1.