Dráttur fekk viðhald í kæruni

Dómsnevndin hevur staðfest, at Helga Guttesen ikki hevði loyvi at spæla

Tað var Dráttur, sum kærdi dystin millum Drátt og SÍ 23. feburar, tí mett varð, at Helga Guttesen spældi ólógliga fyri SÍ.

 

Les úrskurðin við at týsta HER

 

Flogbóltssambandið fær 5. feburar at vita, at Helga flytir spæliloyvið til SÍ. 23. feburar spælir hon so við móti Drátti, sum tó metir, at reglugerðin sigur, at Helga fyrst kann spæla 30 dagar eftir at spælara loyvið er flutt.

 
Les eisini: Dráttur kærir SÍ

Hesum hevur Dráttur nú fingið viðhald í.