Drápsmaðurin Peter Madsen er skildur

- Hetta var bæði ein fantastisk og ræðulig tíð, sigur nú fyrrverandi kona hjá Peter Madsen, Jenny Curpen.

Peter Madsen og Jenny Curpen eru ikki longur í hjúnalag. Tað váttar fyrrverandi kona hansara á sínari Facebook-síðu. 

 

- Fyri at umgangast gitingar, vil eg upplýsa, at eg havi latið meg skilja frá Peder Madsen. Hetta var ein trupul avgerð, men eitt moralskt val.

 

Jenny Curpen skrivar, at hon hevur brúkt eitt ár til at koma til hesa avgerð, og hon dylur ikki fyri, at støðan ikki altíð hevur verið so einføld.

 

- Hetta var bæði ein fantastisk og ræðulig tíð. Tíðin hevur kravt nógv av mær, men hevur eisini givið mær nógv. 

 

Hon sigur, at hon framvegis hevur virðing fyri fyrrverandi manni sínum og ynskir honum alla eydnu og góða framtíð í teirri støðu, hann er í.

 

Peter Madsen og Jenny Curpen giftust í januar fyri stívliga tveimum árum síðan.

 

Tey, sum minnast navnið, Peter Madsen, minnast eisini, at hetta er maðurin, sum píndi og drap svenska journalistin, Kim Wall í august í 2017.

 

Hetta hendi umborð á kavbátinum hjá Peter Madsen. Tey vóru farin ein túr, og tá hann kom aftur til lands, var eingin Kim Wall.

 

Seinni varð líkið av ungu svensku kvinnuni funnið í pettum í Oyrasundi.

 

Undir rættarmálinum viðgekk Peter Madsen ongantíð at hava beint fyri Kim Wall, men hann kærdi heldur ongantíð skuldarspurningin fyri hægri rætt.

 

##med2##

 

 

 

Peter Madsen beindi fyri Kim Wall, meðan tey vóru túr við kavbáti hansara.