Í dag varð 33 ára gamla Sara Ege fyri aðru ferð dømd fyri at hava dripið sjey ára gamla son sín. Orsøkin til drápið var sambært dóminum, at tað eftir tykki mammunar gekk ov seint hjá tí sjey ára gamla at læra koranina.
Tað skrivar Sky News.
Sara Ege varð dømd at sita í 17 ár fyri at hava dripið sonin og fyri at hava brent líkið í royndini at fjala út yvir prógv.
Mamman breyt saman, tá dómurin í dag varð lisin upp í rættinum í Cardiff Crown Court í Wales.
Sambært dóminum fór mamman við soninum sum við einum hundi. Drongurin varð bukaður nógvar ferðir og doyði í juli ár 2010, eftir at hann hevði verið fyri áganginum hjá mammuni í tríggjar mánaðir.
Tað var mamman sum setti eld í húsini, og síðan spældi hon leiklutin sum hin syrgjandi mamman, ið hevði mist barn sítt í eldinum.
Men læknaskurður av líkinum vísti, at drongurin var deyður, áðrenn eldur kom í húsini, og tískil varð Sara Ege handtikin, ákærd og dømd fyri drápið av sjey ára gamla soni sínum.