Drap mann undir avhoyring

Í Florida í USA hevur FBI skotið og dripið ein mann, sum skal hava havt samband við annan av teimum báðum mistonktu Boston-bumbumonnunum.

Maðurin sat til avhoyringar hjá einum FBI-agenti og tóktist at byrja við samstarvshugaður. Men brádliga legði hann við knívi eftir agentinum, sum síðani skjeyt og drap mannin.

Tann skotni skal hava verið vinmaður Tamerlan Tsarnajev, ið saman við beiggja sínum er undir illgruna fyri at standa aftan fyri bumbuatsóknina, sum fór fram undir maraton-kapprenningini í Boston í apríl.

Maðurin skal ikki hava verið beinleiðis upp í yvirgangsatsóknini í Boston, men skal undir avhoyringum hava sagt, at hann hevur verið við til at lagt aðrar atsóknir til rættis.