Eftir næstan 40 minuttum í vaskimaskinuni, eydnaðist tað ikki portørunum at fáa lív í aftur pinkubarnið, sum var deytt, tá tað kom á sjúkrahús. Eitt tíggju dagar gamalt gentubarn doyði herfyri í eini vaskimaskinu í býnum Bartlesville í Oklahoma í USA.
Mamman, sum var rúsevnamisnýtari, hevði koyrt barnið í vaskimaskinuna saman við skitnum klæðum, og tað gingu út við 40 minuttir, áðrenn ein í familjuni kom á gátt og sá, hvussu vorðið var.
Tað er bretska blaðið, Daily Mail, sum ber hesi tíðindi.
Tá onkur í familjuni kom á vitjan, lá mamman til barnið á gólvinum og svav, og tað var trupult at fáa lív í hana aftur.
Gesturin hoyrdi nú, at vaskimaskinan var í gongd, og tá hon hugdi innar, sá hon, at lítla pinkubarnið lá inni í vaskimaskinuni.
Løgregluleiðarin í Bartlesville, Tom Holland, sigur, at fólkini í sjúkrabilinum, sum kom eftir barninum, royndu at fáa lív í barnið aftur, men tað eydnaðist ikki. Tað var deytt, tá tað kom á sjúkrahús.
Mamman er nú skuldsett fyri dráp.









