Dramaverkstaðið framførir tveir leikir á Meiarínum í kvøld. Tveir sjónleikarbólkar framføra á Meiarínum í kvøld kl. 19.00.
Annar bólkurin hevur 14 leikarar, og tey spæla ?Menniskja og tey fornesku?. Hin bólkurin við 17 leikarum spæla ?Dagar sum deyð?. Báðir leikirnir innhalda bæði sjónleik og dans.
?Menniskja og tey fornesku? er leikur eftir Hjørdis Johansen. Hann er um nøkur ung, sum fara í hagan á legutúr. Meðan tey eru har, uppliva tey mangt og hvat óvanligt. Tey ungu hava ymsar trupulleikar at berjast við, og av tí at ongin vaksin er við á ferðini, mugu tey sjálvi loysa trupulleikarnar. Leikurin er 35 minuttir drúgvur.
?Dagar sum deyð? er leikur eftir Ina Bruhn og Jeanette Noer sum Hjørdis Johansen týddi. Hatta er ein svartur skemtileikur um avleiðingarnar av okkara valum, og um at liva lívið áðrenn tað er ov seint. Men hvussu skal man liva? Og er deyðin eisini ein møguleiki? Søgugongdin er um ung og deyðan - men kanska allarmest: um lívið.
Leiklongdin er umleið 50 minuttir.
Atgongumerkir fáast á Kunningarstovuni og við dyrnar 1 tíma áðrenn sýningarnar.