Dramatiskur vetur í Klaksvík

Um nakrar fáar vikur verður farið undir aftur dramaskúlan í Klaksvík. Hetta er eitt samstarv millum sjónleikarfelagið og kvøldskúlan í Klaksvík.

Her er talan um ein dramaskúla, ið vendir sær til tey 9 til 16 ára gomlu. Sambært Norðlýsinum er ikki óhugsandi, at næmingarnir verða skipaðir í flokkar, um undirtøkan verður stór.

Tað hevur eydnast sjónleikarfelagnum og kvøldskúlanum at fáa 20 ár gomlu Astrið Gullborgardóttur úr Havn at skipa undirvísingina í vetur. Hon hevur drúgvar royndir í dramatikki, og hevur sjálv verið partur av fleiri sjónleikarbólkum, hóast sín unga aldur. Og skal meiri sigast um hana, so kann ein leggja aftrat, at hon mín sann eisini er kórleiðari í tensing-kórinum ”Sound of Glory” í KFUM í Havn.

Sum skilst er Astrið hugað fyri at gerast sjónleikin til sítt lívsstarv.