Dramatisk undirskriving

Fráboðað var, at tey trý manningarfeløgini, Føroya Fikskimannafelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag skuldu skriva undir nýggjan sáttmála við Felagið Trolskip klokkan 11 fyrrapartin í hølunum hjá Fjarskiftiseftirlitinum, har annar semingsmaðurin, Terji Sigurðsson, stjóri í Kappingarráðnum, arbeiðir.

Men tá klárt var at skriva undir, gjørdi Jan Højgaard, formaður í Føroya Fisimannafelag, vart við onkran skeivleika í sáttmálanum sum førdi við sær, at tey trý manningarfeløgini endaðu í einrúmi við semingsmanninum.

Jan højgaard helt so staðiliga upp á sítt, at hann eftir góðari løtu stormaði út av fundinum og tók til beins yvir á Fskimannafelagið.

Á Rás2 avsannaði Jan Højgaard tó, at talan var um illstøðu millum manningarfeløgini.

- Talan var um eina orðing, sum manglaði í sáttmálanum, men var fingin við longu í 2008. Eg tók yvir á Fiskimannafelagið eftir hesum sáttmálanum fyri at prógva, at eg hvði rætt, segði Jan Højgaard.

Eftir at hendan rættingin var komin í nýggja sáttmálan, var sáttmálin undirskrivaður klokkan 11.30.

Einasta stóra broyting er, at markið fyri oljuprís, har manningarnar taka lut í gjaldinum, er kvinkað nakað upp eftir.

Nýggi sáttmálin er galdandi fyri tvey ár.