Dramatikkurin verður á Dungasandi

Seinnapartin hevur 07 Vestur møguleika av álvara at leggja sjógv millum seg og niðurflytingarstrikuna, og B68 hevur møguleika fyri – fyri fyrstu ferð síðani níggjunda umfar – at sleppa av niðurflytingarplássi

Klokkan 16 í dag verður fyrsta bríksl á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur fær vitjan av B68. Talan er um sera týdningarmiklan dyst í kappingini um at sleppa undan at flyta niður. 07 Vestur er á sætta plássi við 18 stigum, og B68 er á níggjunda plási við 14 stigum.

 

Síðsta sunnudag vann B68 7-2 á heimavølli ímóti Skála. B68 hevur ongantíð áður í landskappingardysti í bestu deildini skorað sjey mál í einum dysti. Næstsíðsta leygardag tapti 07 Vestur 6-1 á útivølli ímóti Víkingi. Tá sá Ronni Møller-Iversen beinleiðis reytt kort, tá ið tað restaði eitt korter. Hann er leikbannaður í dag, og miðverjin Martin Tausen er burturstaddur. Liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen hevur síðstu vikurnar verið í India og telvað. Hann hevur vant við aftur seinsatu dagarnar og verður á listanum í dag.

 

Hjá B68 er málverjin Rói Mørk Hentze tøkur aftur, eftir at hann var sjúkur, tá ið B68 spældi ímóti Skála. Áki Johannesen, Andri Benjaminsen og Lukasz Cieslewicz eru framvegis skaddir, og liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen er leikbannaður.