Dramatikkurin var stórur á Dungasandi

Tvey brotsspørk bóru málini við sær, tá ið 07 Vestur og B68 styrktu um sína støðu í botnstríðnum

Intensiteturin var høgur og spenningurin stórur, tá ið B68 í góðveðrinum í dag var gestur hjá 07 Vestur á Dungasandi.

 

Úrslitið var 1-1, og tað ber við sær, at bæði 07 Vestur og B68 styrktu um sína støðu í botninum, har tað sær út til, at hesi bæði liðini, sum fyri einum lítlum ári síðani fluttu upp, sleppa undan at flyta niður aftur.

 

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og talan var ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Síðstu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki høvdu liðini hvør sín møguleika, men tað eydnaðist hvørki John Fagerström hjá 07 Vestur ella Esmar Clementsen hjá B68, sum var komin heim úr Danmark at hjálpa til, at fáa bóltin í málið.

 

Málleysi javnleikurin helt, inntil tað restaði ein hálvur tími. Tá bríkslaði Dagfinn Forná fyri brotssparki til B68, og Lukasz Cieslewicz umsetti úr ellivu metrum og til 1-0.

 

Næstu løtuna hevði 07 Vestur fleiri møguleikar, og tað var ikki frítt, at blóðið varð heitt, tá ið dómarin kolldømdi mál, sum heimaliðið skoraði eftir fríspark og framlegging eitt sindur úr vinstru.

 

Tíggju minuttir undan leikloki bríkslaði dómarin fyri brotssparki til 07 Vestur. Høgni Egilstoft Nielsen varð settur at skjóta, og Rói Mørk Hentze í B68 málinum bjargaði. Toftamenn fegnaðust, og heimamenninir vórðu lættir, tá ið linjudómarin veitraði fyri, at málverjin hevði flutt seg av málstrikuni, áðrenn brotssparkið varð tikið.

 

So varð umspark, og nú var tað miðverjin Kevin Michel Jablinski, sum var tryggur úr ellivu metrum, og so var 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá miðverjanum, síðani hann í summar flutti til 07 Vestur.

 

07 Vestur er á sætta plássi við 21 stigum, og B68 er á sjeynda plássi við 19 stigum. Bæði liðini hava spælt 20 dystir.