Dramatikkurin var øgiligur

8 – mannafør: Nevið Reyða var bara stavnin undan Argjabátinum, sum vísti rimmar endaspurt

Tað var fantastiskur spenningur og dramatikkur, tá ið 8-mannaførini róðu ídag.

Sum á norðoyastevnu vóru tað bara tveir bátar, sum bjóðaðu seg fram.

Á norðoyastevnu vann Nevið Reyða. Tá var munurin eitt stórt sekund.

Í dag vann Nevið Reyða aftur. Nú var munurin væl minni, enn hann var í Klaksvík. Tíðin hjá Nevinum Reyða var 4.43.13, og tíðin hjá Argjabátinum var 4.43.23.

Á málinum lógu bátarnir stavn um stavn, og soleiðis var tað allan teinin. Argjabáturin fór í startinum ein hálvan skut framum, so fór Nevið Reyða ein hálvan skut framum, og so var tað munurin millum lítil og eingin. Nevið Reyða var eitt sindur fremri fyrstu tøkini í endaspurtinum. So svaraði Argjabáturin aftur, og á málinum var mest sum eingin munur.

Tað fær ikki verið meiri spennandi, enn tað var, tá ið Nevið Reyða í dag vann ímóti Argjabátinum.

 

1 Nevið Reyða 4.43.13

2 Argjabáturin 4.43.23