Tað komu 15 mál í fýra teimum fyrstu dystunum í 2. umfari í Premier League í gjár. Felags fyri flestu av dystunum er dramatikkur, málrok og umstríddar avgerðir, eftir at VAR, sum er dómarahjálp við sjónbandi, hevur verið við í spælinum.
Tað byrjaði við Manchester United, sum fekk brotsspark eftir at dómarin hevði bríkslað dystin av. Hóast hetta ongantíð er hent fyrr í søguni hjá Premier League, so er hetta er forskriftunum, tí ein spælari hjá Brighton brúkar hondina áðrenn dómarin bríkslar dystin av, men støðan verður ikki greina fyrr enn eftir spælstopp. Manchester United vann dystin móti Brighton 3-2 við seinasta sparkinum í dystinum.
Les eisini: United skoraði eftir seinasta bríksl
Síðani fóru Crystal Palace og Everton á vøllin. Gestirnir úr Liverpool vunnu 2-1, men í samband við avgerandi málið verður dømt brotsspark, tí bólturin fer í hondina á einum verjuspælara hjá Crystal Palace. Tað er ilt at fáa eyga á, at hann søkir bóltin ella hevur hondina óvanliga langt frá kroppinum, umframt at bólturin verður skallaður í hondina á honum úr stuttari fjarstøðu.
##med2##
Tað var eisini dramatikkur, tá Cheslea móti dystarenda javnaði til 3-3 móti West Bromwich, eftir at hava verið aftanfyri 3-0 eitt skifti í fyrra hálvleiki. Her fór bólturin í hondina á Kai Havertz í einum nærdysti, sum endar við einum skoti, ið málverjin hálvbjargar. Síðani skorar Tammy Abraham.
Reglugerðin í Premier League er broytt nakað, tí í farna kappingarárið hevði hetta málið verið kolldømt. Tá var reglugerðin, at málið verður kolldømt, um bólturin er komin í hondina á onkrum í uppspælinum. Óansæð um tað hevur nakra ávirkan ella var ótilvitað. Nú skal tað verða ein av seinastu spælarunum, sum skal hava brúkt hondina, og tað var ikki galdandi fyri Kai Havartz, sum í hesum førinum var tiðjaseinastur á bóltinum.
##med3##
Allar hesar støðurnar hava skapt kjak og fleiri venjarar og viðmerkjarar vilja hava VAR úr fótbóltinum aftur. Seinasti dysturin í gjár endaði við 1-0 sigri til Southampton á Burnley.
1 | Everton | 3 | 3 | 0 | 0 | 8:3 | 9 |
2 | Leicester | 2 | 2 | 0 | 0 | 7:2 | 6 |
3 | Arsenal | 2 | 2 | 0 | 0 | 5:1 | 6 |
4 | Liverpool | 2 | 2 | 0 | 0 | 6:3 | 6 |
5 | Crystal Palace | 3 | 2 | 0 | 1 | 5:3 | 6 |
6 | Chelsea | 3 | 1 | 1 | 1 | 6:6 | 4 |
7 | Tottenham | 2 | 1 | 0 | 1 | 5:3 | 3 |
8 | Manch.City | 1 | 1 | 0 | 0 | 3:1 | 3 |
9 | Aston Villa | 1 | 1 | 0 | 0 | 1:0 | 3 |
10 | Leeds | 2 | 1 | 0 | 1 | 7:7 | 3 |
11 | Brighton | 3 | 1 | 0 | 2 | 6:6 | 3 |
12 | Wolves | 2 | 1 | 0 | 1 | 3:3 | 3 |
13 | Manch.Utd | 2 | 1 | 0 | 1 | 4:5 | 3 |
14 | Newcastle | 2 | 1 | 0 | 1 | 2:3 | 3 |
15 | Southampton | 3 | 1 | 0 | 2 | 3:6 | 3 |
16 | WBA | 3 | 0 | 1 | 2 | 5:11 | 1 |
17 | Burnley | 2 | 0 | 0 | 2 | 2:5 | 0 |
18 | West Ham | 2 | 0 | 0 | 2 | 1:4 | 0 |
19 | Sheffield Utd | 2 | 0 | 0 | 2 | 0:3 | 0 |
20 | Fulham | 2 | 0 | 0 | 2 | 3:7 | 0 |