Dramatikkur í niðurflytingarstríðnum

Premier League: Ein venjari er koyrdur, meðan VAR tók vónina frá AFC Bournemouth

Watford hevur givið Nigel Pearson sparkið í dag, meðan AFC Bournemouth bara hevur ein avbera lítlan møguleika at yvirliva í Permier League hetta kappingarárið. Norwich er longu flutt niður. Aston Villa er undir niðurflytingarstrikuni, meðan Watford er trý stig røttu megin.

Watford hevur í dag sent venjarn, Nigel Pearson, heim. Hann er triði venjarin, sum Watford hevur givið sekkin í hesum kappingarárinum. Fyrst fleiri Javi Garcia sendur heim og avloystur av Quique Sanchez Flores. Síðani fekk hann fótin og Hayden Mullins tók við fyribils, til Nigel Pearson bleiv settur. Hann er nú eisini koyrdur.

Tað eru tvey umfør eftir í Premier League og Watford kann eg flyta niður. Liðið hevur 34 stig fyri 36 dystir, meðan Aston Villa hevur 31 stig fyri 36 dystir og AFC Bournemouth hevur somuleiðis 31 stig, men fyri 37 dystir.

AFC Bournemouth spældi í dag móti Southampton, sum vann 2-0. AFC Bournemouth skoraði til 1-1 móti dystarenda, men málið bleiv kolldømt, tí ein viðspælari var mettur at blanda seg í spælið úr rangstøðu. Southampton fór í hin endan og skoraði til 2-0.

1Liverpool36303377:2993
2Man City36243993:3575
3Chelsea361961164:4963
4Leicester361881067:3662
5Man United361711863:3562
6Wolves361414849:3856
7Tottenham3615101157:4655
8Sheffield United3614121038:3554
9Burnley371591342:4854
10Arsenal361314953:4553
11Southampton371471648:5949
12Everton3612101442:5346
13Newcastle3611101537:5543
14Crystal Palace361191630:4742
15West Ham361071947:6037
16Brighton368131537:5337
17Watford368101834:5734
18Aston Villa36872139:6631
19Bournemouth37872237:6431
20Norwich37562626:7021