Drama tá høllin varð vígd

Í fyrra hálvleiki bendi alt á ein tryggan sigur til KÍF, men Kyndil kempaði seg inn aftur í dystin, og í lívligu og undirhaldandi uppgerðini samdust liðini um javnleikin

HONDBÓLTUR

Leygardagin var stórt hátíðarhald í Kollafirði, tá skúlin, læknahúsið og ítróttarhøllin blivu vígd. Sjálvt um KÍF hevur spælt sínar heimadystir í høllini í Kollafirði alt hetta kappingarárið, so var fyrsti almenni dystur á skránni leygardagin, tá KÍF tók ímóti Kyndli í Atlanic Airways deildini hjá monnum.
Undan dystinum lá KÍF á triðja plássið í bestu mansdeildini. Gongdin hjá teimum hevur verið sera góð í endaspælinum, og fyrstu tveir dystirnir endaðu báðir við sigri ímóti ávikavist Neistanum og VÍF. Kyndil lá undan dystinum á einum triðja plássi.

KÍF legði hart út
KÍF byrjaði dystin sum eitt ódnarveður, og longu eftir tveir minuttir høvdu teir lagt seg á odda 3-0. Kyndil fótaði sær tó beinanvegin. Teir komu uppá javnt, og so fylgdust liðini væl at ta fyrstu løtuna. Men so við og við kom tó gongd á kollfirðingarnar, sum tóktust ótrúliga tendraðir í fyrra hálvleiki. KÍF-verjan koyrdi sera væl, og til tíðir hevði Kyndil stórar trupulleikar við at sleppa ígjøgnum. Um miðjan fyrra hálvleik hevði KÍF vunnið seg trý mál fram um, og nú øktu teir bara um leiðsluna.
Næstu 10 minuttir var Kyndil a kalla vekk í dystinum, og nú stóð KÍF á øllum. Skjótt og gott álopsspælið, sterkt verjuspæl, og tá fimm minuttir restaðu av fyrra hálvleiki førdi KÍF við heili átta málum, og ein stórsigur lá í luftini.
Kanska var tað eisini hetta, sum kollfirðingarnir hugsaðu um, og í øllum førum slapp Kyndil seinastu løtuna undan steðginum at berja seg aftur í dystin.

Kyndil vendi dystinum
Ivasamt er, hvussu seinni hálvleikur hevði verið, um Kyndil ikki hevði fingið tey síðstu fýra málini í fyrra hálvleiki. Men eftir góða endan uppá fyrra hálvleik sást frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki, at Kyndil ætlaði at spæla sín møguleika.
Sjálvt um teir vóru aftanfyri við fýra málum, so koyrdi teir á frá byrjan av, og ikki gekk long tíð, so stóð á jøvnum millum liðini, og nú vóru tað knappliga kollfirðingarnir, sum hingu við høvdunum. Nú hevði Kyndil fingið skil á verjuna, og álopsspælið koyrdi, sum tað skuldi, og líkt var til, at Kyndil nú skuldi fara frá KÍF.
Um miðjan seinna hálvleik hevði Kyndil eisini vunnið seg tvey mál fram við heimaliðnum, men so raknaði KÍF við. Kollfirðingarnir tóku time-out fyri líka at tosa saman um tingini, og hetta eydnaðist væl.
Fýra mál á rað koppaðu afturt lívligu uppgerðini á, men hóast KÍF nú fór trý mál framum, so vildi Kyndil ikki gevast. Enntá vunnu teir seg enn einaferð framum, men KÍF fekk seinasta málið í dystinum, áðrenn Óla Christian Djurhuus við fínari bjarging tryggjaði javnleikin hjá heimaliðnum.

Fakta

KÍF – Kyndil 32-32 (18-14)
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 10, Daniel Rapa 9 (3), Gert Hansen 7, Rógvi Weyhe 3, Niklas Reginsson 2, Arnbjørn Hansen 1
Kyndil: Janus E. Sørensen 9 (4), Høgni Klein 6 (1), Rókur Akralíð 5, Ragnar Stakksund 5, Hjalti Jacobsen 3, Hans Áki Dal Christiansen 3, Kenn Zachariasen 1
Brotskøst: KÍF 4, Kyndil 6
Útvísingar: KÍF 8, Kyndil 4
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen